• Égersis: Lat marimbuna ljóma

    SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

    Verkætlanin snýr seg um, at vísa fram Estlendska marimba-úrmælingin Tanel Eiko Novikov, ið fer at framføra nakrar konsertir í føroyskum kirkjum og øðrum mentanarhúsum, ið fer at geva áskoðarum ein heilt serstakan møguleika at síggja og hoyra marimbuna í inniligum og fjálgum umstøðum. Endamálið er at skapa størri kunnleika um marimbuna og fjølbroytta klang hennara, […]

    DKK100
  • Summartónar: Domino Ensemble

    SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

    Domino Ensemble er donsk kvintett, sum er samansett av klaveri og fýra blásarum. Tónleikararnir funnu í 2021 saman um alskin til kamartónleik og vøkru verkini hjá Mozart og Beethoven fyri júst hesa ljóðførissamansetingina. Kvintettin roynir støðugt nýggj verk, har tey fimm ljóðførini eru sett saman og krossast á ymsan hátt eins og dominobrikkar. Á skránni […]

  • Hamradun – Konsert

    SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

    Vit í SALT bjóða tær vælkomin á ársins konsertbrak í SALT leygarkvøldið 13. juli 2024. Lagt verður upp til eitt av teimum heilt stóru konsertunum við einum okkara egnu, plátuaktuellu Hamradun. Hetta er konsertin sum bæði vit og Hamradun hava glett okkum til leingi. Og fyri at gera gott enn betri kemur ungi powerbólkurin Adrenaline […]

    DKK250
  • Summartónar: The Betty Quartet

    SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

    The Betty Quartet spælir upprunaligan, fangandi instrumentaljazz. Tónleikin hevur føroysk/danski sopransaxofonisturin Betty Ebenezer Magnussen komponerað. Betty ger tónleik, sum tú kanst fyrihalda teg til, og sum fellur væl í oyrað og við norðurlendskum ljómi, sum er sermerktur við sterkum løgum og skiftandi rytmiskum útláti. Teir 4 tónleikararnir í The Betty Quartet skapa eitt nærverandi tónleikaligt […]

  • SHOWTIME

    SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

    Show Time verður eitt brak av einari konsert, sum verður fylt við fjølbroyttum  teaturtónleiki, m.a. úr kendu operuni ‘Carmen’ og sangleikinum ‘Jekyll and Hyde’. Lurtarin kann vænta sær eina undirhaldandi framførslu á høgum støði, har hann verður  tikin á eina tónleikaliga ferð gjøgnum nógvar ymiskar stílar og tíðarskeið innan opera og sangleiks heiminum. Hugskotið við […]

    DKK150
  • ISCM – World New Music Days: Aldurbáran og Sumbiar Dansifelag í SALT.

    SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

    World New Music Days. Skráin fyri dagin: 13:30 Tvøroyrar hornorkestur spælur á Fiskieiðinum í Hvalba. Er veðrið ikki til vildar, verður framført í Hvalbiar Kirkju. 14:30 - Sumbiar dansifelag kvøður í SALT. 15:00 - Aldubáran í SALT. Felagið Føroysk Tónaskøld verður vertur av ISCM World New Music Days, sum verður í Føroyum 22. til 30. […]

  • Summartónar: Lív & Tróndur

    SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

    Lív og Tróndur - ein føroysk duett sum hava sungið saman síðani 2011. Tónleikurin tey framføra er ein samanrenning av fólkatónleiki og popp tónleiki. Tekstirnir koma altíð við eini góðari søguforteljing, meðan røddirnar smelta saman í eina symbiosu. Tónleikurin er bleytur, melankolskur men hevur eisini ein puls. Lív og Tróndur hava sítt heilt egna serstaka […]

    DKK100
  • Summartónar: Froðbiar Sóknar Bluesorkestur

    SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

    Froðbiar Sóknar Bluesorkestur sló sínar fyrstu tónar á sumri í 2007 á kongaliga pubbini á Tvøroyri. Løgini eru alt frá gomlum deltablues og boogie til nýggjari bluesrock og funk. Manningin er Dennis Lave – trummur, Dávið Jacobsen – bass, Óli Holbæk Mortensen – guitar og Kristian Holbæk – vokal og mundharpu.

  • Summartónar: Ljómur

    SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

    Kirkjukórið Ljómur varð stovnað hin 19. februar 1939, í samband við at nýggja kirkjan í Vági bleyv vígd. Ella Nolsøe (f. Dahl) og Edith Dahl vóru undangongufólkini fyrstu árini. Edith var kórleiðari í umleið 20 ár. Síðani hava Ellen Dahl, Jóannes Nolsøe og Dorte Tilma – fyri at nevna nøkur – havt leiðsluna um hendur. […]

  • Ha-Ha Oyggin: Konsert fyri børn og vaksin.

    SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

    Ha-Ha Oyggin í SALT, 2. Juni Kl. 15:00. Fríggjadagin 24. februar, kom nýggj barnaheildarútgáva út um Hamstaran og Haruna, sum fara eina ferð út á Ha-ha oynna. Tað er Kristian Blak, sum hevur staðið fyri útgávuni, sum er tøk talgilt, CD og LP við tekstum og nógvum tekningum. Tey, sum hava skapað útgávuna saman við […]

    DKK50 – DKK100