Show Time verður eitt brak av einari konsert, sum verður fylt við fjølbroyttum teaturtónleiki, m.a. úr kendu operuni ‘Carmen’ og sangleikinum ‘Jekyll and Hyde’.
Lurtarin kann vænta sær eina undirhaldandi framførslu á høgum støði, har hann verður tikin á eina tónleikaliga ferð gjøgnum nógvar ymiskar stílar og tíðarskeið innan opera og sangleiks heiminum. Hugskotið við verkætlanini er at sameina kunnleikarnar og áhugamálini hjá tónleikarunum í eina konsert, sum fevnir víða. Hetta ger, at konsertin heldur áhugan hjá lurtaranum, sum verður hugtikin av fjølbroytta tónleikinum.
Repertoirið úr opera- og sangleiks heiminum verður sjálvdan framført í Føroyum. Tí hevur tað stóran týdning fyri mentanarlívið, at tað gerst møguligt at uppliva góðar framførslur av júst hesum sjangrunum.
Hetta er við til at hugkveikja føroysk børn, ung og møguliga eisini gomul. Harafturat mennir hetta teirra mentanarligu fatan.
Um tónleikararnar:
Borgfríð Fonsdal er sangari og býr í løtuni í Barcelona, har hon lesur sangleik á skúlanum the Institute of the Arts Barcelona. Umframt sangleiks-sjangruna hevur hon nógvar royndir innan klassiskan sang. M.a. hevur hon gingið eitt ár á víðagitna sangskúlanum Vadstena Sång- och Pianoakademien í Svøríki.
Bergur Fonsdal hevur fingist við rútmiskan tónleik størsta partin av tónleikalívi hansara, serliga innan fyri jazz. Seinastu árini er hann tó vorðin støðugt meira hugtikin av klassiskum kontrabassi.
Hetta hevur havt við sær, at hann hevur ognað sær pláss á høgt metta skúlanum HAMU (the Academy of Performing Arts in Prague) sum næmingur hjá tí kenda kontrabassistinum Jiří Hudec.
Aksel Remmel er klaverleikari og hevur lisið klassiskt klaver á det Kongelige Danske Musikkonservatorium í Keypmannahavn í flokkinum hjá professor Jens Elvekjær. Í 2022 vann hann tónleikakappingina Stella Polaris. Haraftrat var hann solistur við Føroya Symfoniorkestri til nýggjárskonsertina í ør.
Við síðuna av útbúgvingum teirra hava tey trý drúgvar royndir á ymsum pallum, sum fevna víða um sjangrurnar klassiskt, jazz og sangleik. Tey hava stórar ambitiónir fyri tónleikaligu listina í Føroyum og gleða seg at seta eina konsert saman, sum vísir nøkur av teirra yndis gullkornum úr hesum sjangrunum.