Søgan

Salt føroyska søgan

 

Eitt sindur um søguna

Tíðin fram til trýatiárini

 

Føroyingar hava ivaleyst altíð vitað um salt, ……

 

Svabo

So hvørt sum sluppfiskiskapurin tók seg upp kravdu fiskiskipini størri og størri nøgdir av salti. Í trýatiárunum øktist eftirspurningurin eftir salti so nógv, at keypmenn fóru at umhugsa øðrvísi loysnir til tess at lúka eftirspurningin.

Suðuroy var í tjúgunum og trýatiárunum framburðsoyggj burtur av; um hetta mundið hoyrdi umleið helvtin av føroyska flotanum heima í Suðuroy, hóast fólkatalið í oynni einans var á leið 12 – 15 % av samlaða fólkatalinum í Føroyum.

Mett tøl siga, at í 1930 vóru innflutt 15-20.000 tons av salti. Saltið kom fyri tað mesta frá Miðalhavsøkjum, Sfax í Tunesia og Ibiza í Spania. Saltið varð ført við dampara til Føroyar, tvær – tríggjar ferðir árliga. Síðan var saltið umskipað umborð á sluppirnar. Tað saltið, sum skuldi goymast á landi, varð lossað umborð á bátar, og síðan siglt til lands. Ofta var lagt at við smáar træbrýr. Her varð saltið umskipað og ført til goymslu í ymiskum pakkhúsum. Hetta var stríggið og slítandi arbeiði, tí at hvørt kilo skuldi handfarast við spaka og skinnaravognum.

 

 

Staðseting; Saltsiloin á Drelnesi

Ein av stóru ánarunum av saltframleiðsluni í Sfax, “Compagnie Commerciale des Sels Marins”, sum helt til í París, metti, at stóri eftirspurningurin eftir salti í Norðuratlantshavi kravdi, at farið var undir at nútímansgera umstøðurnar; og soleiðis var grundarsteinurin lagdur undir ætlaninar at byggja saltsiloir í Norðanlondum; ein silo skuldi byggjast í Føroyum, ein á Suðurlandinum í Íslandi og ein í Norðurnoregi.

Ein franskur arkitektur teknaði silobygningin. Í hesum umfari skal ikki dvøljast leingi við henda franska arkitekt, men hóast drúgva leiting hevur ikki eydnast okkum at finna út av, hvør persónurin er, og er hetta stórt spell, tí at hann eigur heiðurin fyri, at føroyingar í dag eiga ein bygning, sum er so serstakur sum hesin. Tað hoyrir uppí søguna, at vit framvegis leita eftir hesum arkitekti.

Danska byggifyritøkan C.G. Jensen, sum er grundløgd í 1931, stóð fyri teknisku fyrireikingunum og fíggjarstýringini av byggingini. Sjálv siloin skuldi taka 10.000 tons av salti, á- og avsskipingarnøgdin skuldi vera 50 – 100 tons um tíman.

Fronsku ánararnir hildu, at tann fyrsta siloin skuldi byggjast í Føroyum. Partvís var tørvurin á salti vaksandi, partvís vóru Føroyar avmarkaðar í vavi, og hevði allur flotin tí relativt stutta leið at sigla í ávísa føroyska havn. Drelnes í Suðuroy varð valt, partvís tí at her vóru so nógv skip, partvís tí at kommunan hevði ætlanir um at byggja eina nýggja havn á Drelnesi,  partvís tí at kolavinnan í Suðuroy kundi ei fáa góða nyttu burtur úr einum stórum krana á bryggjuni og ikki minst tí, at Suðuroy hevði sína egnu, óheftu orkuframleiðslu, sum var ein stórur fyrimunur, tí at kranar og transportbond kravdu nógva orku.

Farið var undir at byggja siloina í 1937, og hon stóð liðug í 1938; Gólvvíddin var yvir 1.000 m2, hæddin var 25 metrar, og transportbondini vóru yvir 110 metrar til longdar, og var saltsiloin nógv tann størsta ídnaðarverkætlanin, sum var gjøgnumførd her á landi.

Byggistílurin var eisini serstakur, tann einasti av sínum slag í Norðurlondum.

Tann 8. februar 1939 var siloin brúkt fyrstu ferð, tá ið sluppin Godthaab, sum N.J. Morternsen átti, legði at á Drelnesi og keypti salt. Tað tók góðan tíma at taka salt uppí skipið, eitt arbeiði, sum frammanundan hevði tikið nærum tveir dagar – so hetta var einki minni enn eitt megnar framstig hjá føroyskari fiskivinnu.

Fáar mánaðir seinni, 1. september 1939, legði Týskland á Polen, og seinni veraldarbardagi brast á. Nú høvdu fólk annað at hugsa um enn at byggja saltsiloir, og soleiðis kom siloin á Drelnesi at gerast eitt einastandandi dømi um tátíðarinnar nútímans ídnaðararkitektur.

 

Krígsárini

Tann 9. oktober 1941 var av besta veðri á Tvøroyri,  og alt gekk sína vanligu gongd, til út á seinnapartin. Bráddliga kom eitt týskt bombuflogfar budrandi inneftir fjørðinum; flogskiparin kundi skjótt staðfesta, at ongar luftverjukanónir vóru á landjørðini, so hann tók flogfarið lágt niður í fjørðin og fleyg miðvíst og róliga inná botn, vendi og tók flogfarið út eftir syðra fjarðararmi; góðveðrið og óvápnaði fjørðurin góvu flogmanningini ríkiligt høvi til at taka sær góða tíð og medda neyvt áðrenn lopið var á.

Flogfarið fleyg so lágt, at fólk sóu flogmanningina.

Einir 9 mans vóru til arbeiðis í saltsiloini, og 2 smádreingir spældu so hugaligir í koladunganum, beint vestan fyri siloina. Arbeiðsmonnunum dámdu einki henda óbodna, týska gest, og sluppu sær út úr bygninginum. Klokkan 15.10 var tað sum um helviti stoyttist niður úr loftrúminum og øgilligir brestir fyltu fólkið við skelki, ótta og angist. Beint vestan fyri siloina slepti flogfarið einari bumbu beint niður koladunga; ein øgiligur brestur av svørtum royki stóð alt í einum himmalhøgt uppí loft; í sama splittsekundi slepti flogfarið bumbu næstu bumbuni, sum fór ýlandi niður gjøgnum tekjuna á saltsiloini beint niður í betonggólvið, og í somu løtu eksploderaði øll tekjan av bygninginum og ein tjúkk súla av saltrokilsi fór við øgiligari ferð brestandi uppí loft.

Men enn var flogmanningin ikki mettað av álopshuga;. Í øllum rokilsinum runnu tveir lívsforskrektir smádreingir, sum høvdu spælt við koladungan,  sum fyri lívinum undan øllum bumbubrestunum. Teir runnu beint eystureftir, tí teir vildu sleppa inní neystið hjá pápanum at krógva seg. Tá hendi tað vitleysa, at flogfarið elti rennandi smádreingirnar, meðan manningin serveraði salvur av maskinbyrsukúlum móti óvitunum.

 

Sum vera man vóru dreingirnir púra frá sær sjálvum, men kláraðu í allari neyðini at koma til neystið og loypa innum. Har stóðu teir hjartkiptir, og ánaðu hvørki út ella inn, tá ið ein øgiligur brestur fær blóðið í dreingjnum at standa stilt av ótta; flogfarið hevði slept einari bumbu, sum kom larmiterandi inn gjøgnum neystaveggin; bumban fór sum eitt eldgos eftir gólvnum, mól runt nakrar ferðir, og lá so alt í einum still; tað tók eina góða løtu áðrenn dreingirnir varnaðust, at teir ikki vóru sprongdir í luftina, men vóru eirdir, tí at bumban ikki brast.

Flogfarið slepti síðstu bumbuna í havið, har hon brast, og sjórokilsi stóð uppí loft. Flogmanningin valdi helst at sleppa sær av við seinastu bumbuna, áðrenn teir settu kós heim aftur, tí at í somu løtu bumban brast í sjónum, fór flogfarið líka so smidliga úr eygsjón, sum tað var komið sníkjandi inná fjørðin.

Og bráddliga var púra kvirt á Tvøroyri; á Drelnesi stóð siloin púra nakin, sum rovini av einum bláhvali, bara bogarnir vóru eftir. Fyri at bjarga bogunum spentu menn wire-bardunur millum teir. Men wire-bardunur og stál/betong bogar arbeiða ikki væl saman, slakki kemur í av veðri, vindi, kulda og hita, og 7. februar 1944 herjaði himmalsins ódnarveður, og siloin mátti lúta fyri náttúrukrteftunum; wire-bardunurnar brustu, og 7 bogar fullu til jarðar, einans tríggir teir norðastu stóðu eftir. Men tann syðsti av teimum var so illa farin, at hann var til vanda fyri fólk, og var tikin niður. Sostatt eru tveir teir norðastu bogarnir frá 1937/38, meðan allir hinir eru bygdir upp aftur aftaná kríggið, í 1948.

 

Siloin var í brúki til fyrst í áttatiárunum.

 

Salt hevur leingi verið ein týðandi táttur í føroyska húsarhaldinum.