Vegleiðing Atgongumerkið

Vit hava fingið upplýst frá viðskiftarfólki okkara at tey hava trupulleikar at bíleggja atgongumerki.
Tískil er her ein vegleiðing um hvussu tikur kunnu bíleggja:

1. Far inná billet.salt.fo

2. Finn tiltakið ið tit vilja keypa atgongumerki til og trýst á gula knøttin.

3. Trýst á gula knøttin ið vísur hvat klokkan tiltakið byrjar!

4. Trýst á gula knøttin ið sigur start.

5. Vel mongd av atgongumerkjum.
Tá tit hava valt mongd av atgongumerkjum, síggja tit at ein klokka á 10 minuttir byrjar at telja niður, hetta er tí at skipanin reserverar billettirnar til keyparan í hetta tíðarskeiðið, eftir 10 minuttir fellur reserveringin burtur.
So tá tikur síggja at atgongumerki eru tøk, men síðan ikki vil lova tykkum at velja mongd av plássi, so er tað tí at ein annar kundi er í gongd við at keypa tær síðstu.

6. Trýst á gula knøttin “videre”.

7. Skriva tykkara persónsupplýsingar og her skal nevnast at av tí at hetta er ein donsk skipan, so mugu tikur skriva 00298 frammanfyri tykkara telefon nummar.
Teigurin har tað stendur “Indtast valgfri kode” skal bara vera ein tilvildarlig kota ið tit sjálvi áseta, hon skal tó í minsta lagi hava 4 tøl í sær. Vit hava viðheft eitt dømi uppá hvussu alt hetta skal útfyllast, minnist til at koyra flugubein í “Accepter alle nedenstående”.

8. Trýst á knøttin KØB.

9. Trýst á grøna knøttin (Kreditkort)

10. Skriva kort upplýsingar og trýst á gennemfør betaling

11. Tú fær nú ein teldupost við atgongumerkjunum.