Kirkjukórið Ljómur varð stovnað hin 19. februar 1939, í samband við at
nýggja kirkjan í Vági bleyv vígd.
Ella Nolsøe (f. Dahl) og Edith Dahl vóru undangongufólkini fyrstu árini.
Edith var kórleiðari í umleið 20 ár. Síðani hava Ellen Dahl, Jóannes
Nolsøe og Dorte Tilma – fyri at nevna nøkur – havt leiðsluna um hendur.
Kórið hevur altíð sungið eina skrá við støði í sálmum og sangum.
At stiðja sálmasangin til gudstænasturnar var aðalmálið.
Allahalgannakonsertin fyrsta sunnudag í novembur hevur frá byrjan
verið afturvendandi táttur hjá kórinum. Kirkjukórið Ljómur hevur ofta sungið báði her á landi og uttanlands.
Seinru árini hava verið merkt av skiftandi kórleiðarum. Men kórið hevur
megnað at vera virkið til denna dag.
Benjamin Gaasedal úr Havn er kórleiðari hjá Ljómi.