Loading Events
Konsert, Ókeypis, Summartónar | SALT

Summartónar: Domino Ensemble

Nær

21. juli 2024 kl. 15:00

Longd

Áleið 1 tími

Hvar

SALT

Summartónar: Domino Ensemble

Domino Ensemble er donsk kvintett, sum er samansett av klaveri og fýra blásarum.

Tónleikararnir funnu í 2021 saman um alskin til kamartónleik og vøkru verkini hjá
Mozart og Beethoven fyri júst hesa ljóðførissamansetingina.
Kvintettin roynir støðugt nýggj verk, har tey fimm ljóðførini eru sett saman og krossast á ymsan hátt eins og dominobrikkar.

Á skránni til konsertinarnar verður m.a. føroyskur tónleikur eftir Kára Bæk og Paula í
Sandagerði, brot úr verkum eftir Mozart og Beethoven og nýskapandi verkið hjá John Kristensen ”Kyiv”.

Hvar