Loading Events
Barnatiltak, Konsert | SALT

Ha-Ha Oyggin: Konsert fyri børn og vaksin.

Nær

2. juni 2024 kl. 8:00

Longd

Áleið 9 tímar

Hvar

SALT

Kostnaður

DKK 50 – 100

Ha-Ha Oyggin: Konsert fyri børn og vaksin.

Komandi fríggjadag 24. februar, kemur út nýggj barnaheildarútgáva um Hamstaran og Haruna, sum fara eina ferð út á Ha-ha oynna. Tað er Kristian Blak, sum hevur staðið fyri útgávuni, sum verður tøk talgilt fríggjadagin, og sum CD í komandi viku, og LP við tekstum og nógvum tekningum 24. februar, tá útgávukonsert verður í Norðurlandahúsinum.
Tey, sum hava skapað útgávuna saman við Kristiani, eru abbabørnini og onnur musikalsk fólk sum Sharon Weiss, Mikael Blak, Katrina Olsen og Ari Johannesen. Eisini hava tey fingið hjálp frá m.a. Jákup Veyhe, Benjamin Petersen, Per Ingvaldi Højgaard Petersen, Ernst Remmel og Angeliku Hansen á fløguni.
Til útgávukonsertina í Tutl verða tað Kristian, Sharon, Mikael, Katrina og abbabørnini, sum koma at framføra.
Sangir á útgávuni:

0. Inngangur
1. Hamstarin
2. Gongulag
3. Kornini
4. Vatntaxabævus
5. Giraffur og íkorni
6. Sólin er eitt lítið hús
7. Einar Einabúgvi
8. Smáttan
9. Vestan fyri Mykines
10. Flúgvandi teppið
11. Vinalag
12. Hamstarin II

Hvar