Loading Events
Summartónar | SALT

ISCM – World New Music Days: Aldurbáran og Sumbiar Dansifelag í SALT.

Nær

30. juni 2024 kl. 14:30

Longd

Áleið 1 tími og 30 minuttir

Hvar

SALT

ISCM – World New Music Days: Aldurbáran og Sumbiar Dansifelag í SALT.

World New Music Days.

Skráin fyri dagin:

13:30 Tvøroyrar hornorkestur spælur á Fiskieiðinum í Hvalba. Er veðrið ikki til vildar, verður framført í Hvalbiar Kirkju.

14:30 – Sumbiar dansifelag kvøður í SALT.

15:00 – Aldubáran í SALT.

Felagið Føroysk Tónaskøld verður vertur av ISCM World New Music Days, sum verður í Føroyum 22. til 30. juni 2024.

Á festivalinum fara vit at hoyra konsertir frá bæði føroyskum og norðurlendskum tónleikarum, solistum sum bólkum.

Verkini, ið verða framførd á festivalinum eru bæði nýggjur og nýskapandi, og eru skrivaði av limum í altjóða tónleikafelagskapinum, ISCM.

Um Aldubáruna:

Aldubáran er ein føroyskur tónleikabólkur. Tónleikabólkurin Aldubáran hevur, síðani hann varð stovnaður í 1995, veruliga sett síni spor í føroyska tónleikaumhvørvinum. Umframt at vera einasti yrkistónleikabólkur av sínum slag í Føroyum, hevur Aldubáran verið stigtakari og fyriskipari av mongum tiltøkum, bæði størri, men eisini smærri konsertum og konsertferðum uttanlands.

Føroysk tónaskøld verða eggjaði at skriva tónleik til bólkin og eru nýggj føroysk verk javnan á skránni hjá Aldubáruni. Aldubáran spælir tó eisini eldri klassiskan tónleik, og hevur m.a. framført stórverkini “Oktett” eftir Franz Schubert, “Pierrot Lunaire” eftir Arnold Schoenberg og ta víðagitnu “Søguna um soldátin” eftir Igor Stravinsky.

Komponistar:
MAO Zhu (Kina, Chengdu)
Eli Tausen á Lava (Føroyar)
Yfat Soul Zisso (Ísrael)
Ig Henneman (Holland)
Tomaž Svete (Slovenia)
Harry Crowl (Brasilia)
Dario Buccino (Italia)

Um Sumbiar Dansifelag:

Sumbiar Dansifelag er dansifelag í Sumba sum varð stovnað í 1966. Felagið skipar fyri føroyskum dansi. Felagið eigur hús, har dansa verður í vetrarhálvuni, húsið verður nevnt Dansistovan og stendur beint við skúlan og kirkjuna í Sumba. Sumbiar Dansifelag dansar eisini saman við hinum dansifeløgunum í oynni bæði í Sumba og í øðrum bygdum

Um Tvøroyrar hornorkestur:

Tvøroyrar Hornorkestur er eitt føroyskt hornorkestur av Tvøroyri. Tvøroyrar Hornorkestur varð stovnað í 1978. Ein av teimum, sum var við til at stovna hornorkestrið, var Hugh Watkins. Tvøroyrar Hornorkestur hevur hornblásarar úr allari oynni.
Í apríl 2008 var 30-ára dagurin hátíðarhildin á Seglloftinum á Tvøroyri, og árliga Musikkstevnan varð eisini hildin í høllini í Trongisvági um somu tíð.

Kelda: Wikipedia

Hvar