Loading Events
Konsert, Summartónar | SALT

Summartónar: Lív & Tróndur

Nær

28. juni 2024 kl. 21:00

Longd

Áleið 2 tímar

Hvar

SALT

Summartónar: Lív & Tróndur

Lív & Tróndur.

 

Lív og Tróndur – ein føroysk duett sum hava sungið saman síðani 2011. Tónleikurin tey framføra er ein samanrenning av fólkatónleiki og popp tónleiki. Tekstirnir koma altíð við eini góðari søguforteljing, meðan røddirnar smelta saman í eina symbiosu. Tónleikurin er bleytur, melankolskur men hevur eisini ein puls.

Lív og Tróndur hava sítt heilt egna serstaka ljóð, og tá tey framføra, er lætt at ímynda sær Norðuratlants havið, grønar fjallatindar og ein vátan dag í mjørka og regni.
Lív og Tróndur hava spælt nógvar konsertir uttan fyri Føroyar eisini seinastu árini. Tey hava bæði framført í Milano, Barselona, Íslandi, Svøríki, Noregi og Danmark. Í løtuni arbeiða tey við nýggjum tónleikatilfari.

Tað ber til at fylgja Lív & Tróndur á Instagram og Facebook.

https://www.facebook.com/LivogTrondur

https://www.instagram.com/livogtrondur/

Hvar