The Betty Quartet spælir upprunaligan, fangandi instrumentaljazz.
Tónleikin hevur føroysk/danski sopransaxofonisturin Betty Ebenezer Magnussen komponerað.
Betty ger tónleik, sum tú kanst fyrihalda teg til, og sum fellur væl í oyrað og við norðurlendskum ljómi, sum er sermerktur við sterkum løgum og skiftandi rytmiskum útláti.
Teir 4 tónleikararnir í The Betty Quartet skapa eitt nærverandi tónleikaligt samspæl,
har samspælið millum tað leikandi, lætta og tað poetiska og djúphugsna er snildisliga tilætlað.
Sermerkta ljóðið hjá kvartettini við sopransaxi hjá Betty Ebenezer Magnussen fyrst,
er dragandi og einastandandi, – við einum grundleggjandi optimistiskum huglagi og einum ljósum tónalagi sjálvt í teimum mest melankolsku løgunum.