• Summarframsýning við lokalum listafólkum

    SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

    Summarframsýning við lokalum listafólkum 18. juli - 23. aug. Vit heita á listafólk um at tekna til framsýningina á salt@salt.fo NB! Evsta freist at tekna seg er 10. juli. Fernisering. Her í suðuroy eiga vit nógv dugnalig listafólk, og nú letur Salt dyrnar upp fyri einari summarframsýning, við listafólkið úr allari oynni. Hornorkestrið spælir. Húsið […]

  • Jósef Zachariassen og Bárður Reinert Poulsen

    SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

    Jósef Zachariassen er føroyskur klaverleikari og tónaskald sum býr í Stavanger í Noregi. Jósef lokaði tónleikaútbúgvingina í Universitetet i Stavanger í summar, og arbeiðir í løtuni sum fríyrkistónleikari og klaverlærari í Noregi. Við sær hendan dagin, hevur hann Bárður Reinert Poulsen á bass.    

    Kr50
  • Aldubáran

    SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

    Aldubáran varð sett á stovn í 1995 av føroyskum yrkislærdum tónleikarum við tí fyri eyga at framføra kamartónleik og føroyskan partiturtónleik. Bólkurin telur í dag 13 limir, ið spæla floytu, klarinett, horn, trompet, violin, bratsch, cello, gittara og klaver. Hendan serstaka samanseting av ljóðførum setur ein fjølbroyttan dám á konsertir og á tónleikin, ið verður […]

    kr50
  • Sprittfisk 1.-8. juli

    SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

    Filmsverkstovan Klippfisk skipar fyri filmskappingini Sprittfisk í døgunum 1.-8. juli. Í samband við kappingina verður skipað fyri undirvísing á netinum, har luttakarar kunnu læra um ymiskt í samband við filmsframleiðslu. Í SALT stroyma vit beinleiðis netfyrilestrarnar, ið eru klokkan 9:00-10:30 og 11:00-12.30. Skráin er hendan: 1. juli - Hugskotsmenning - Andrias Høgenni 2. juli - […]

    Free
  • Vakrir tónar í SALT

    SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

    Sunnudagin 28. juni kl. 15.00 verður høvi at uppliva vøkru tónarnar hjá Kristinu Thede Johansen (saxofon), Ernst Dánjalsson Remmel (trompet), Aksel Dánjalsson (klaver), tá tey fara á pall í SALT. Kom inná gólvið.

    Kr50
  • “NINA”

    SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

    Filmur eftir Mariu Winther Olsen NINA verður sýndur í Salt Bio, og pláss er fyri 98 fólkum. Spælifilmurin NINA er ein kærleikssøga um rithøvundan Ninu, sum í síni tráan eftir sjálvræði fer á eina heilt nýggja leið, fyri at flýggja úr sínum einsemi. Nina flytur til Mikladals við sjeiki sínum William. Umgyrd av stórfingnu fjøllunum […]

    DKK90
  • Jasmin

    SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

    Sunnudagin 21. juni verða Summmartónar í SALT við Jasmin Mote. Jasmin hevur langtsíðani prógvað síni evnir í Føroyum, og nú byrjar útheimurin eisini at fáa eyguni upp fyri gandakendu røddini hjá Jasmin. Men áðrenn útlondini renna avstað við Jasmin, so sleppa vit at uppliva hana live í SALT. Tá ein vinnur fyrstu heiðurslønina, fer ein […]

    Kr50
  • Stuttfilmakvøld í SALT

    SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

    Á stuttfilmakvøldinum verða filmarnir "Ábyrgd" og "Julians stigi" vístir. Anton Petersen og Tina í Dali Wagner koma at greiða frá um film. Ábyrgd Leikstjóri: Katrin Joensen-Næs Ró verður brúkt sum heilivágur hjá mammu síni, ið er sálarliga sjúk. Tá Ró ger av at fara undir at taka koyrikort, verður hon drigin at frísku luftini, og […]

    DKK50
  • Sámal Petersen

    SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

    Í sambandi við summartónar hevur Sámal Petersen konsert í SALT sunnudagin 7. juni. Sámal Petersen hevur lisið í  Odense við Béla Detrekoy, Alexander Fischer and Arne Balk Møller. Prógvið fekk hann í 1993. Hereftir las hann í Wien saman við prof. Ernst Kovacic and Maigréad Mc Crann. Sámal flutti aftur til Føroyar í 1995. Í […]

    Kr50
  • Stuttfilmakvøld í SALT

    SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

    Tórskvøld kl 20:00 verður stuttfilmakvøld í Salt. Sýndir verða fram filmar hjá Juliu í Kálvalíð og Gudmund Helmsdal. Millum annað filmarnir "TRØLLABEIGGI" og "OMMAN". Julia og Gudmund verða til staðar í Salt at greiða frá um film. "OMMAN" Synopsis: Tveir beiggjar eru farnir niðan í hagan at leita eftir ommuni, sum er full, og hjálpa […]

    DKK50