Á stuttfilmakvøldinum verða filmarnir “Ábyrgd” og “Julians stigi” vístir. Anton Petersen og Tina í Dali Wagner koma at greiða frá um film.
Ábyrgd
Leikstjóri: Katrin Joensen-Næs
Ró verður brúkt sum heilivágur hjá mammu síni, ið er sálarliga sjúk. Tá Ró ger av at fara undir at taka koyrikort, verður hon drigin at frísku luftini, og orkar ikki heim aftur til tað køvandi heimið. Hon byrjar at raðfesta seg sjálva, hóast tað merkir at mamman verður verri og verri fyri.
Julians stigi
Leikstjóri: Atli Brix Kamban
Julian er ein faðir- og móðurloysingur, sum býr einsamallur í einari íbúð í einum stórbýi. Vísur í at foreldrini framvegis eru á lívi, skrivar hann brøv til teirra hvønn dag. Ímeðan nærkast eitt løgið myrkur – sum fólk í býnum kalla “líkverjan” – býnum.