Loading Events
Stroyming | SALT

Sprittfisk 1.-8. juli

Nær

1. juli 2020 kl. 9:00

Longd

Áleið 3 tímar og 30 minuttir

Hvar

SALT

Kostnaður

DKK Free

Sprittfisk 1.-8. juli

Filmsverkstovan Klippfisk skipar fyri filmskappingini Sprittfisk í døgunum 1.-8. juli. Í samband við kappingina verður skipað fyri undirvísing á netinum, har luttakarar kunnu læra um ymiskt í samband við filmsframleiðslu.

Í SALT stroyma vit beinleiðis netfyrilestrarnar, ið eru klokkan 9:00-10:30 og 11:00-12.30.

Skráin er hendan:

1. juli – Hugskotsmenning – Andrias Høgenni
2. juli – Fiktiónshandrit – Elin Brimheim Heinesen
2. juli – Samrøður í heimildarfilmum – Solby Christiansdóttir
3. juli – Myndafrásøgn – Franklin Henriksen
3. juli – Framleiðslusniðgeving – Barbara Hilduberg
4. juli – Leikstjórn – Anton Petersen
4. juli – Filmsleikari – Mariann Hansen
5. juli – Framleiðsla – Jón Hammer
5. juli – Heimildarfilmur – Ivan Niclasen
6. juli – Lær at klippa við Da Vinci Resolve
6. juli – Lær at klippa á snildfon
6. juli – Klippi dramaturgi

Hvar