Aldubáran varð sett á stovn í 1995 av føroyskum yrkislærdum tónleikarum við tí fyri eyga at framføra kamartónleik og føroyskan partiturtónleik. Bólkurin telur í dag 13 limir, ið spæla floytu, klarinett, horn, trompet, violin, bratsch, cello, gittara og klaver. Hendan serstaka samanseting av ljóðførum setur ein fjølbroyttan dám á konsertir og á tónleikin, ið verður skrivaður til bólkin.
Aldubáran hevur síðan stovnanina umbiðið og framført óteljandi verk eftir føroysk tónaskøld,bæði í Føroyum og uttanlanda við góðum ummælum.