Sunnudagin 21. juni verða Summmartónar í SALT við Jasmin Mote.
Jasmin hevur langtsíðani prógvað síni evnir í Føroyum, og nú byrjar útheimurin eisini at fáa eyguni upp fyri gandakendu røddini hjá Jasmin. Men áðrenn útlondini renna avstað við Jasmin, so sleppa vit at uppliva hana live í SALT.
Tá ein vinnur fyrstu heiðurslønina, fer ein at hugsa um byrjanarheld og døgnflugur. Men vinnur ein heiðurslønir ár eftir ár eftir ár, so er talan um góðsku. Og er tað eitt orð, sum lýsir JASMIN, so er tað góðska.
Til FMA 2020 vann JASMIN heidurslønina ’’ársins útgáva’’ fyri debut EP’ina ’’I Know It’s Over’’ og Jasmin Mote vann heidurslønina ’’ársins kvinnuligi sangari’’.
Seinastu tíðina hevur JASMIN arbeitt við nógvum nýggjum tónleiki, sum verður útgivin í ár og næsta ár. Í SALT fer JASMIN at framføra okkurt av tí spildur nýggja og okkurt av tí sum tit kenna eitt sindur betur.
Við sær hevur hon Bergur Fonsdal Johannesen (bass), Harald Fonsdal Johannesen
(drums), Vinjar Egilsnes Petersen (synth)