Í sambandi við summartónar hevur Sámal Petersen konsert í SALT sunnudagin 7. juni.
Sámal Petersen hevur lisið í Odense við Béla Detrekoy, Alexander Fischer and Arne Balk Møller. Prógvið fekk hann í 1993. Hereftir las hann í Wien saman við prof. Ernst Kovacic and Maigréad Mc Crann. Sámal flutti aftur til Føroyar í 1995. Í dag arbeiðir hann sum tónleikalærari í Suzukiháttinum. Sámal er konsertmeistari í føroyska Symfoni Orkestrinum og var eisini við til at stovna Aldubáruna.
Skrá:
J S Bach(1685-1750): Solo BWV 1002 í h-moll
1. Allemanda – Double
2. Corrente – Double
3. Sarabande – Double
4. Tempo di Borea – Double
Edvard Nyholm Debess(1960- ): Variatiónir fyri soloviolin 1998
Kristian Blak(1947- ): Bøhmerlands Drotning 1991
Kári Bæk(1950- ): Afturundirgerð 1998
Summartónar 2020