Tórskvøld kl 20:00 verður stuttfilmakvøld í Salt.
Sýndir verða fram filmar hjá Juliu í Kálvalíð og Gudmund Helmsdal. Millum annað filmarnir “TRØLLABEIGGI” og “OMMAN”.
Julia og Gudmund verða til staðar í Salt at greiða frá um film.
“OMMAN”
Synopsis:
Tveir beiggjar eru farnir niðan í hagan at leita eftir ommuni, sum er full, og hjálpa henni heim. Men, sum ikki eina ferð, tekur hon teir á bóli.
“TRØLLABEIGGI”
Synopsis:
Tveir brøður búgva einsamallir í einum fjarskotnum dali. Eftir at hava mist elsta beiggjan, stríðast teir fyri tilveruni og sambandinum sínámillum. Filmurin vann áskoðaravirðislønina á Geytakvøldinum 2020.
vh,