Filmur eftir Mariu Winther Olsen
NINA verður sýndur í Salt Bio, og pláss er fyri 98 fólkum.
Spælifilmurin NINA er ein kærleikssøga um rithøvundan Ninu, sum í síni tráan eftir sjálvræði fer á eina heilt nýggja leið, fyri at flýggja úr sínum einsemi.
Nina flytur til Mikladals við sjeiki sínum William.
Umgyrd av stórfingnu fjøllunum veksur tann spírandi kærleikin hjá unga parinum. Men tá gerandisdagurin ger sítt inntriv, og William byrjar
sínar langu strævnu arbeiðsdagar, sum lækni á Klaksvíkar sjúkrahúsi, er Nina einsamøll eftir á lítlu oynni.
Í tí alsamt vaksandi einseminum er einasti uggin at finna hjá prestinum í bygdini, Fríði. Hetta ger tó at Nina er í einari torførari tvístøðu: Hjá Fríða finnur hon nærleikan og tryggleikan, ið hon hungrar eftir – men í búki hennara veksur barnið, hon eigur við Williami. Nina roynir at finna svar í søgnini um Kópakonuna, tá hon gerst vart við tað veksandi sambandi millum søgnina og hennara egna lív.