Hanus Kamban: Fyrilestur um Antisemitismu

SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

Í fjør gav Hanus Kamban út bókina 'Antisemitisma, frá um ár seksti til 1945'. Enn í dag er evnið bæði eldfimt og viðkomandi og vit fara tí saman við rithøvundanum at seta sjóneykuna á evnið við trimum kvøldsetum. Hanus fer greiða frá, hví hann hevur skrivað bókina, og hvussu og nær áhugin fyri jødum og […]

SALT BIO: PIGEN DER FORTALTE FILM

SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

Danska Lone Scherfig er farin til Atacamaoyðimørkina í Kili at siga søguna hjá Hernán Rivera Letelier um gentuna, sum segði film, La Contadora de Películas. Tað er unga Maria, sum býr í námsbýnum saman við foreldrum og trimum systkjum. Tey stríðst at fáa endar at røkka, og gerandisligu gleðirnar eru smáar og fáar. Men ein […]

DKK90

Musikkskúlakonsert

SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

Árliga Musikkskúla konsertin hjá Suðuroyar Musikkskúla, verður í SALT ónsdagin 29 mai kl.17:00

Ha-Ha Oyggin: Konsert fyri børn og vaksin.

SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

Ha-Ha Oyggin í SALT, 2. Juni Kl. 15:00. Fríggjadagin 24. februar, kom nýggj barnaheildarútgáva út um Hamstaran og Haruna, sum fara eina ferð út á Ha-ha oynna. Tað er Kristian Blak, sum hevur staðið fyri útgávuni, sum er tøk talgilt, CD og LP við tekstum og nógvum tekningum. Tey, sum hava skapað útgávuna saman við […]

DKK50 – DKK100

BORGARAFUNDUR VEGLEIGANDI FÓLKAATKVØÐA UM SAMANLEGGING

Mánakvøldið 3. Juni, frá kl. 20:00, verður borgarafundur í SALT á Drelnesi. Evnið er vegleiðandi fólkaatkvøðan um samanlegging millum Tvøroyrar- og Hvalbiar kommunu. Býráðslimir og bygdarráðslimir úr báðum kommunum luttaka. UM TILTAKIÐ Møguleiki verður at seta spurningar og allir borgarar í Tvøroyrar- og Hvalbiar kommunu eru vælkomnir. Kaffi og okkurt afturvið, verður at fáa.

Summartónar: Ljómur

SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

Kirkjukórið Ljómur varð stovnað hin 19. februar 1939, í samband við at nýggja kirkjan í Vági bleyv vígd. Ella Nolsøe (f. Dahl) og Edith Dahl vóru undangongufólkini fyrstu árini. Edith var kórleiðari í umleið 20 ár. Síðani hava Ellen Dahl, Jóannes Nolsøe og Dorte Tilma – fyri at nevna nøkur – havt leiðsluna um hendur. […]

Summartónar: Froðbiar Sóknar Bluesorkestur

SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

Froðbiar Sóknar Bluesorkestur sló sínar fyrstu tónar á sumri í 2007 á kongaliga pubbini á Tvøroyri. Løgini eru alt frá gomlum deltablues og boogie til nýggjari bluesrock og funk. Manningin er Dennis Lave – trummur, Dávið Jacobsen – bass, Óli Holbæk Mortensen – guitar og Kristian Holbæk – vokal og mundharpu.

Summartónar: Lív & Tróndur

SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

Lív og Tróndur - ein føroysk duett sum hava sungið saman síðani 2011. Tónleikurin tey framføra er ein samanrenning av fólkatónleiki og popp tónleiki. Tekstirnir koma altíð við eini góðari søguforteljing, meðan røddirnar smelta saman í eina symbiosu. Tónleikurin er bleytur, melankolskur men hevur eisini ein puls. Lív og Tróndur hava sítt heilt egna serstaka […]

DKK100

ISCM – World New Music Days: Aldurbáran og Sumbiar Dansifelag í SALT.

SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

World New Music Days. Skráin fyri dagin: 13:30 Tvøroyrar hornorkestur spælur á Fiskieiðinum í Hvalba. Er veðrið ikki til vildar, verður framført í Hvalbiar Kirkju. 14:30 - Sumbiar dansifelag kvøður í SALT. 15:00 - Aldubáran í SALT. Felagið Føroysk Tónaskøld verður vertur av ISCM World New Music Days, sum verður í Føroyum 22. til 30. […]

SHOWTIME

SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

Show Time verður eitt brak av einari konsert, sum verður fylt við fjølbroyttum  teaturtónleiki, m.a. úr kendu operuni ‘Carmen’ og sangleikinum ‘Jekyll and Hyde’. Lurtarin kann vænta sær eina undirhaldandi framførslu á høgum støði, har hann verður  tikin á eina tónleikaliga ferð gjøgnum nógvar ymiskar stílar og tíðarskeið innan opera og sangleiks heiminum. Hugskotið við […]

DKK150