Danska Lone Scherfig er farin til Atacamaoyðimørkina í Kili at siga søguna hjá Hernán Rivera Letelier um gentuna, sum segði film, La Contadora de Películas.
Tað er unga Maria, sum býr í námsbýnum saman við foreldrum og trimum systkjum. Tey stríðst at fáa endar at røkka, og gerandisligu gleðirnar eru smáar og fáar.
Men ein staður er, har gandurin bleiktrar og hugtekur øll: biografurin. Men eftir eina spreinging í náminum, eru ráðini ikki longur at senda øll í biograf. Bara ein kann fara. Maria dugir at siga søgur, og verður tí send í biograf at bera søgurnar heim aftur til húskið.
Árini ganga og tilveran hjá Mariu broytist eins og søgan í landinum øllum. Nú er Maria vorðin fremsta kona at siga søgur, sum øllum vilja hoyra í vónini um tað góða, nú einaræðið hjá Pinochet fer um landið sum eitt kvørkratak. Millum leikararnar eru Daniel Brühl úr Inglourious Basterds og Good bye, Lenin! og Bérénice Bejo úr The Artist.