Blues Night Extravaganza

Alain Apaloo Trio Alt síðani barnaárini hevur Alain Apaloo spælt á siðbundnar trummur í staðbundnum Afrikanskum tónleikarabólkum í Togo, har hann er uppvaksin. Tíðliga fór Alain at spæla gittar við víðagitna Togolese-blues sangaranum, Jimmi Hope. Síðani fór hann til Ghana og spældi við Kwame Yeboa Sakra Band. Í 1996 fór hann saman við leiðandi altjóða […]

Kr100

Føroya Landsorkestur

Kom og hoyr frálíka ljóðið av næsta ættarliðnum av Føroyskum tónleikarum. Føroya Landsorkestur er samansett av nøkrum av gávuríkastu ungu tónleikarunum í landinum. Bernharður Wilkinson stjórnar orkestrinum, sum fevnur um træblásarar, messing og slagverk (og kontrabass). Á fjølbroyttu skránni til konsertina eru m.a. útsetingar av vælkendum orkesturverkum, filmstónleikur, tónleikur úr sangleikum, jazzur og nýggj verk skrivað serliga til […]

Hamradun og Baldrs Draumar

Kom til eitt rimmar rokkbrak leygarkvøldið 18 mars í SALT Lunnar fara at bresta og jørðin at skelva tá HAMRADUN fara at trína á pallin í serstøku SALT høllini! Frumkendur rokkur bygdur á aldargamlar søgur og ikki minst søguforteljing við kvæðum sum niðurlag! Hamradun draga okkum inn í forna heimin og hoyra okur alskyns søgur […]

Kr200

Konsert: Stanley Samuelsen

SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

Stanley Samuelsen er fuglfirðingur. Hann hevur smíðað heili 68 løg, og í nógv ár hevur hann glett áhoyrarar um allan heim við gittara og sangi. Nýliga fekk Stanley staðfest Alzheimer's, og hon darvar, men sangin og guitarspælið hevur hann intakt, rótfest í sálini. Nú verður skipað fyri stórari og hjartanemandi konsert í SALT í Suðuroynni, […]

EXIT LIGHT – METALLICA Tribute

SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

EXIT LIGHT - Metallica Black Album pluss tað besta frá 80’unum Aftaná fýra útseldar konsertir í Perluni í Havn og eitt fullsett telt á Summarfestivalinum 2022, er tíðin komin til at EXIT LIGHT kemur suður at endurtaka succes’ina \m/ Hesuferð verður tað eitt serligt Black Album tribute-kvøld umframt tað besta frá 1980’unum. Tað merkir, at […]

Kr225

Konsert: Annika Hoydal

SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

Annika Hoydal er tónleikari, sjónleikari og ein bergtakandi sangari, ið hevur verið virkin í meira enn hálva øld – í 7 áratíggju fyri at verða meiri nágreinilig. Við nýggjari plátu ávegis, og við líka nógvum uppá hjartað, fer Annika á útgávukonsertferð í mai við øllum tónleikarunum, ið hava spælt inn nýggjastu útgávuna, Leysir Endar. Í […]

DKK250

Summartónar: Lív og Tróndur

Lív og Tróndur - ein føroysk duett sum hava sungið saman síðani 2011. Tónleikurin tey framføra er ein samanrenning av fólkatónleiki og popp tónleiki. Tekstirnir koma altíð við eini góðari søguforteljing, meðan røddirnar smelta saman í eina symbiosu. Tónleikurin er bleytur, melankolskur men hevur eisini ein puls. Lív og Tróndur hava sítt heilt egna serstaka […]

Summartónar: Elin Brimheim Heinesen

Summartónar hendan sunnudag er  Elin Brimheim Heinesen.   Elin Brimheim Heinesen (sang, gittar) Eyðun Mohr Hansen (gittar) Edvard Nyholm Debess (bass) Rógvi á Rógvu (trummur)

Kim Larsen, kvøld í SALT

SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

This Is My Life Leygarkvøldið 16. septemper verður SALT karmur um eitt stórfingið tiltak, har Signar í Homrum, Eyðun Nolsøe, Fríði Sigmundsson, Ólavur á Váli Olsen saman við einum væl trimmaðum húsaorkestri v/Høgni Fagraberg (gittar) – John Johansen (Bass)Magni Husgaard (tangentar) – Henning Hjalt Nicodemussen (trummur) og DJ fara á pall at heiðra Kim Larsen […]

Gospelkonsert: Sarah & David Åstrøm og Svein í Prestgarði

SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

Gospelkonsert við svensku hjúnunum Sarah & David Åstrøm og Svein í Prestgarði við bólki Svensku hjúnini Sarah og David Åstrøm ferðast dagliga í Svøríki og Norra og vóru herfyri í upptøkuhølum í Nashville í USA, saman við fremstu svensku gospel sangarum. Svein í Prestgarði hevur verið nógv at hoyrt her á landi seinastu árini, samstundis […]

DKK150