This Is My Life
Leygarkvøldið 16. septemper verður SALT karmur um eitt stórfingið tiltak, har Signar í Homrum, Eyðun Nolsøe, Fríði Sigmundsson, Ólavur á Váli Olsen saman við einum væl trimmaðum húsaorkestri v/Høgni Fagraberg (gittar) – John Johansen (Bass)Magni Husgaard (tangentar) – Henning Hjalt Nicodemussen (trummur) og DJ fara á pall at heiðra Kim Larsen sála.
So nú hevur tú møguleikan at uppliva eitt kvøld, sum ikki er sum hini, har fýra av okkara fremstu trubadurum fara at syngja klassikarar hjá Kim Larsen og Gasolin, so tað verður lagt upp til eitt ordans brak av einum syng-við- konsert / dansikvøldi.
Tiltakið verður í SALT 16. septembur kl. 23-04. Dyrnar lata upp kl 22.00