Lív og Tróndur – ein føroysk duett sum hava sungið saman síðani 2011.
Tónleikurin tey framføra er ein samanrenning av fólkatónleiki og popp
tónleiki. Tekstirnir koma altíð við eini góðari søguforteljing, meðan
røddirnar smelta saman í eina symbiosu. Tónleikurin er bleytur,
melankolskur men hevur eisini ein puls. Lív og Tróndur hava sítt heilt
egna serstaka ljóð, og tá tey framføra, er lætt at ímynda sær Norðuratlants
havið, grønar fjallatindar og ein vátan dag í mjørka og regni. Lív og
Tróndur hava spælt nógvar konsertir uttan fyri Føroyar eisini seinastu
árini. Tey hava bæði framført í Milano, Barselona, Íslandi, Svøríki, Noregi
og Danmark. Í løtuni arbeiða tey við nýggjum tónleikatilfari.
Tað ber til at fylgja Lív & Tróndur á Instagram og Facebook.
https://www.facebook.com/LivogTrondurhttps:/
/www.instagram.com/livogtrondur/