Loading Events
Konsert |

Blues Night Extravaganza

Nær

25. januar 2023 kl. 20:00

Longd

Áleið 3 tímar

Kostnaður

DKK 100

Blues Night Extravaganza

Alain Apaloo Trio

Alt síðani barnaárini hevur Alain Apaloo spælt á siðbundnar trummur í staðbundnum Afrikanskum tónleikarabólkum í Togo, har hann er uppvaksin. Tíðliga fór Alain at spæla gittar við víðagitna Togolese-blues sangaranum, Jimmi Hope. Síðani fór hann til Ghana og spældi við Kwame Yeboa Sakra Band.

Í 1996 fór hann saman við leiðandi altjóða úrmælinginum, Kojo Antwi, og spældu teir víða hvar í Evropa og í Amerika.

Síðani hann flutti til Keypmannahavnar og tók prógv á The Rhythmic Music Conservatory, hevur Alain Apaloo verið leiðari fyri síni egnu verkætlan, ið eitur Apaloo`s Solo Mezzy Slide & The Crew, APT3 og ApiPipo – altjóða tónleikur við íblástri úr sínum afrikanska uppruna og djassi. Henda verkætlanin eydnaðist sera væl við tveimum albummum: ”Nunya”, har altjóða viðurkendi gittarleikarin Kurt Rosenwinkel spælir, og ”Floodgate”, sum í 2009 vann heiðurin Danish World Music Award for Album of the Year.

 

Longu í 2007 var Alain Apaloo tilnevndur til Besst Danish Blues Album fyri Blues-plátuna ”Flying Vision”. Í 2009 vann hann  Danish Blues Challenge award,   og árið eftir spældi Alain í  International Blues Challenge í Memphis, Tennessee, USA. Tá endaði hann sum nummar trý í skaranum av folk blues. Síðani tá hevur hann spælt í eini ørgrynnu av tónleikatiltøkum í øllum heiminum, t.d. saman við  Kurt Rosenwinkel, Rasmus Lyberth, Ken Lending Blues Band, Paul Banks, Simon Spang-Hanssen, Dan Hemmer, Jacob Dinesen, Ayi Solomon, Sarah da Silva, Bob Rockwell, Willy Jonson, Twin Tribe, MonkeyRat, Arnold Ludvig Sextet.  Henda seinasta Sextettin var tilnevnd sum Album of the Year 2017 til tiltakið Faroese Music Awards.

 

”Umframt at vera ein úrmælingasolistur og sangari, er hann eisini ein ótrúligur viðleikari. Alain Apaloo er ein kunstnari, sum ikki slepst uttanum!” – Politiken

 

Alain Apaloo Trio:

Alain Apaloo (TG) – sangur, gittari, skald og yrkjari

Arnold Ludvig (FO) – bassur

Jens Stoklund (DK) – trummur

 

Froðbiar Sóknar Bluesorkestur

Froðbiar Sóknar Bluesorkestur hoyrur heima í Suðuroynni, og sló sínar fyrstu tónar á sumri í 2007 á konguligu pubbini á Tvøroyri. Løgini, teir spæla, eru alt frá gomlum deltablues og boogie til nýggjari bluesrock og funk.

Í 2015 góvu teir út fløguna “If the Ocean was Wine”. Fløgan er tikin upp í Studio Bloch. Eisini kann nevnast, at Froðbiar Sóknar Bluesorkestur spældi á G-festivalinum á sumri 2015.

Froðbiar Sóknar Bluesorkestur bleiv í 2016 tilnevnt eina FMA virðisløn sum Ársins bólkur/einstaklingur í Folk, Country og Blues-bólkinum.

Limir í bólkinum eru:
Óli Holbæk Mortensen – guitar
Dávið Jacobsen – bass
Dennis Lave – trummur
Kristian Holbæk – vokal og munnhørpu

Atgongumerki:100 kr

Hvar