Loading Events
Konsert | SALT

Konsert: Annika Hoydal

Nær

25. mai 2023 kl. 20:00

Longd

Áleið 2 tímar

Hvar

SALT

Kostnaður

DKK 250

Konsert: Annika Hoydal

Annika Hoydal er tónleikari, sjónleikari og ein bergtakandi sangari, ið hevur verið virkin í meira enn hálva øld – í 7 áratíggju fyri at verða meiri nágreinilig.

Við nýggjari plátu ávegis, og við líka nógvum uppá hjartað, fer Annika á útgávukonsertferð í mai við øllum tónleikarunum, ið hava spælt inn nýggjastu útgávuna, Leysir Endar.

Í Føroyum er Annika serliga kend sum sangari í bólkinum Harkaliðið, umframt, at hon hevur framført nógv solo. Síðan seksti árini hevur hon verið partur av umleið 15 tónleikaútgávum og nógvir av hennara sangum eru vorðnir fólkaogn. Vit kunnu eitt nú nevna sangirnar Aldan, Í Dans, Lisa og 15 ár. Hesir teljast millum nakrar av hennara kendastu sangum, og verða framvegis sungnir av fólki í øllum aldursbólkum.

Tað eru tó ikki einans gomlu løgini, ið hitta. Í 2016 fekk Annika ikki færri enn tríggjar tilnevningar til FMA í sambandi við útgávuna Endurljós. Tað er tí sera spennandi, at Annika nú leggur hond á nýggjastu útgávuna, Leysir Endar.

Leysir Endar er ein røð av sangum, ið Annika hevur savnað saman gjøgnum eitt langt lív. Her eru egin løg, siðbundin føroysk løg og okkurt útlendskt, ið beiggi hennara Gunnar Hoydal, sáli, týddi til føroyskt. Saman við sínum frálíka bólki hevur Annika verið í upptøkuhøli í Hoydølum og spælt alt inn. Øll upptøkan er akustiskt og alt í umhvørvinum har Annika vaks upp.

 

Atgongumerkir: 250 kr

 

Hvar