Kom til eitt rimmar rokkbrak leygarkvøldið 18 mars í SALT
Lunnar fara at bresta og jørðin at skelva tá HAMRADUN fara at trína á pallin í serstøku SALT høllini! Frumkendur rokkur bygdur á aldargamlar søgur og ikki minst søguforteljing við kvæðum sum niðurlag! Hamradun draga okkum inn í forna heimin og hoyra okur alskyns søgur íklæddar í tungan mergjaðan rokkham!
Saman við HAMRADUN hetta kvøld eru tónleikarnir úr Baldrs Draumar! Hetta er bólkur úr Fríslandi, sum er landslutur í Hollandi og syngja teir á frísiska málinum! Teir hava júst útgivið eina heila útgávu sum snýr seg um frísarnir sum búsettust í Føroyum á sinni! Føroyskur og frísiskur rokkur sama kvøld!
Gleðið tykkum!! Rokktónleikur og søguforteljing vakurt samantvinnað!!