• Heimildarfilmur: Heartist

    SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

    Heartist Heartist er heitið á forvitnisligum heimildarfilmi um føroysku listakvinnuna Sigrun Gunnarsdóttir (f.1950). Við leikstjórunum Mariannu Mørkøre og Beintu á Torkilsheyggi er filmurin ein nútímans lýsing av eini spennandi listakvinnu, sum virkar á Eiði, sýnir fram kring allan heim, og altíð arbeiðir málrættað við málningalistini. Men hvør er kvinnan handan verkini? Støðið verður tikið í […]

  • SALT BIO: Ustyrlig

    SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

    Ustyrlig (Malou Reymann, Danmark 2023 135 min) Danski filmurin ”Ustyrlig” er nýggjasti Drekavinnarin á altjóða filmstevnuni í Göteborg í ár. Leikstjórin er Malou Reyman, sum er fødd í Amsterdam í 1988. Fyrsti filmur, hon gjørdi, var Bodil og Robert vinnarin ”En helt almindelig familie” (2020). Nýggi filmurin, ”Ustyrlig”, sum varð frumsýndur á altjóða filmstevnuni í […]

  • Borgarafundur í SALT 26.mars kl.14.00

    SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

    Áhugabólkurin “Livilig kor” skipar fyri borgarafundi í Salt á Drelnesi 26. mars fyri borgarum í Suðuroy, har grundgivið verður fyri, hví høvuðsstaðurin í Suðuroy, Tvøroyri, ikki skal ofrast á ídnaðarliga altarinum. Tað eru øðiliga nógv viðurskifti, ið gera seg galdandi. Millum annað at tað standast trupulleikar av at staðseta enn meira tungan ídnað í tætt […]

  • Konsert: Stanley Samuelsen

    SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

    Stanley Samuelsen er fuglfirðingur. Hann hevur smíðað heili 68 løg, og í nógv ár hevur hann glett áhoyrarar um allan heim við gittara og sangi. Nýliga fekk Stanley staðfest Alzheimer's, og hon darvar, men sangin og guitarspælið hevur hann intakt, rótfest í sálini. Nú verður skipað fyri stórari og hjartanemandi konsert í SALT í Suðuroynni, […]

  • SALT BIO: Munch

    SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

    Munch Norski ummælarin hjá Subjekt sigur um spildurnýggja filmin ”Munch”, at hann ’trolig er tidenes beste norske film’. Eins gott skoðsmál geva allir ummælarar, eftir at filmurin varð frumsýndur á altjóða filmstevnu í Rotterdam hin 25. januar í ár. Síggja vit burtur frá Oscarvirðislønta Peter Watkins, sum í 1974 gjørdi norskan sjónvarpsfilm um Edvard Munch, […]

  • Kafé SALT

    SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

    Almenn kvøldseta og útvarpssending í kvøld klokkan 19.00: Fjølmiðladeildin hjá Mentanarhúsinum Salt, kallað Radio Salt, og Kringvarp Føroya skipa í kvøld fyri 'Café Salt', sum er útvarpssending við áhoyrarum. Ókeypis atongd. Skráin er fjølbroytt. Vágskonan, Annie O. Eysturoy, greiðir frá mongu árum sínum uttanlands, har hon nam sær útbúgving á lærdum háskúla í Eysturríki og […]

  • Verkstova: Taraaling á føroysku firðunum

    SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

    Verkstova: Taraaling á føroysku firðunum Verkstova við uppleggum og kjaki: Taraaling á føroysku firðunum – tørvurin á umhvørvismeting og eftiransing. Mikudagin, 15. mars 2023 kl. 11 – 16, SALT, Drelnes 22, Øravík Skrá: 11:15 Vælkomin 11:20 Fyrisiting av taraaling – hvat verður gjørt og hvat manglar? 11:40 Vistfrøðiliga fatanin av føroysku firðunum 12:00 Matarsteðgur 13:00 […]

  • SALTBIO- TÁR

    SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

    Altjóða kvinnudagin fylgja vit Cate Blanchett, sum spælir Lydia Tár, ið er víðagitin dirigentur og tónskald, og hartil fyrsta kvinna, at stjórna Berlinarsymfonikarunum. Á slóðbrótandi hátt førir hon orkestrið og seg sjálva fram í eini klassiskari mannfólkaverð, ið ikki hevur sæð tílíka kvinnu áður. Lydia er á toppinum, og sum dirigentur hálar hon eisini í […]

  • SALT BIO – All the Beauty and the Bloodshed

    SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

    Í samstarvi við Femifagnaðin 2023 sýna vit listarliga amerikanska heimildarfilmin ”All the Beauty and the Bloodshed”, sum er um kompromileysa fotografin Nan Goldin (f.1953). Hon stríðst sum úlvur á skóg móti ríkfólkunum Sackler, ið hon heldur hava ábyrgdina av oyðandi opioid-umfarsóttini, tí tey eiga Purdue Pharma, sum ger OxyContin. Filmurin vann fyrstu virðisløn sum besti […]

  • Café SALT

    SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

    'Café Salt' letur upp aftur. Steðgur hevur verið í vegna koronu, løgtingsval o.a., men nú venda Jákup Magnussen og Ólavur Rasmussen aftur við sendingini, Café Salt. Við ársenda í 2021 sendi Kringvarpið tvær reisur útvarpssendingina 'Café Salt' í samstarvi við Mentanarhúsið Salt á Tvøroyri. Talan er um eitt slag av kvøldsetu við bæði álvarsomum og […]