Loading Events
SALT Bio | SALT

SALT BIO: Ustyrlig

Nær

30. mars 2023 kl. 20:00

Longd

Áleið 2 tímar

Hvar

SALT

SALT BIO: Ustyrlig

Ustyrlig (Malou Reymann, Danmark 2023 135 min)

Danski filmurin ”Ustyrlig” er nýggjasti Drekavinnarin á altjóða filmstevnuni í Göteborg í ár. Leikstjórin er Malou Reyman, sum er fødd í Amsterdam í 1988. Fyrsti filmur, hon gjørdi, var Bodil og Robert vinnarin ”En helt almindelig familie” (2020). Nýggi filmurin, ”Ustyrlig”, sum varð frumsýndur á altjóða filmstevnuni í Toronto í heyst, fer fram í døkkasta kapitli í friðartíð í Danmark, tá seytjan ára gamla og óstýriliga Maren (Emilie Kroyer Koppel), verður send á kvinnuanstaltin Sprogø at vera í 1933.

Her møtir hon Sørine (Jessica Dinnage), sum eftir seks árum á anstaltinum hevur lært at geva seg undir tíðarinnar krøv um rættan atburð. Millum tær báðar verður knýtt eitt vinaband, ið fær stóra ávirkan á tær báðar. Umframt Emilie og Jessica, síggja vit eisini Danica Curcic og Lene Maria Christensen í filminum ”Ustyrlig”.

Hvar