Loading Events
| SALT

SALT BIO – All the Beauty and the Bloodshed

Nær

2. mars 2023 kl. 20:00

Longd

Áleið 2 tímar

Hvar

SALT

SALT BIO – All the Beauty and the Bloodshed

Í samstarvi við Femifagnaðin 2023 sýna vit listarliga amerikanska heimildarfilmin ”All the Beauty and the Bloodshed”, sum er um kompromileysa fotografin Nan Goldin (f.1953).

Hon stríðst sum úlvur á skóg móti ríkfólkunum Sackler, ið hon heldur hava ábyrgdina av oyðandi opioid-umfarsóttini, tí tey eiga Purdue Pharma, sum ger OxyContin.

Filmurin vann fyrstu virðisløn sum besti filmur í Venezia í fjør, hina Gyltu Leyvuna. Tað er aðru ferð í 79 ár at ein heimildarfilmur vinnur hesa virðisløn. Hinvegin er tað triðju ferð á rað, at ein kvinna vinnur fremstu virðisløn í Venezia – Chloé Zhao í 2020 fyri “Nomadland”, Audrey Diwan fyri “Happening” og nú Laura Poitras fyri “All the Beauty and the Bloodshed”.

Tá hesin hevur verið vístur, hevur Filmsfelagið víst allar tríggjar. Nan Goldin bleiv kend sum listarligur fotografur við autentiskum og ofta intimt privatum myndum úr homoseksuellum og transkyndum umhvøri í Boston og New York í sjeyti- og áttatiárunum.

Nú sýnir hon fram á kendastu søvnum sum Louvre og Guggenheim, har júst tey ríku Sackler-fólkini stuðla virkseminum. Við støði í stríðnum hjá Goldin móti savnsfíggjandi kapitalinum lýsir filmurin ein veruligan og oyðandi samfelagstrupulleika. Sackler-húskið og opioid-sóttin hava fyrr verið lýst í røðunum “The Crime of the Century” og “Dopesick”. Laura Poitras (f.1964), sum hevur gjørt filmin um stríðið hjá fotolistakvinnuni Nan Goldin, fekk í 2014 Oscarvirðislønina fyri ”Citizenfour” (2014), sum var um Edward Snowden.

Hvar