Altjóða kvinnudagin fylgja vit Cate Blanchett, sum spælir Lydia Tár, ið er víðagitin dirigentur og tónskald, og hartil fyrsta kvinna, at stjórna Berlinarsymfonikarunum.
Á slóðbrótandi hátt førir hon orkestrið og seg sjálva fram í eini klassiskari mannfólkaverð, ið ikki hevur sæð tílíka kvinnu áður. Lydia er á toppinum, og sum dirigentur hálar hon eisini í traðrirnar og fleiri vilja verða við, at hon manipulerar.
Millum arbeiði og familju hevur hon í hyggju at geva út egnar endurminningar í bók, og ætlar at gera eina konsertupptøku við Fimtu Symfoni hjá Gustav Mahler. Hvussu fær Lydia Tár allar hesar ætlanir at ganga upp uttan at møta mótstøðu?
Cate Blanchett brilljerar í leiklutinum sum klassiskur dirigentur, og fekk fyri avrikið fyrstu virðisløn á filmstevnuni í Venezia í fjør. Oscarvirðislønta Hildur Guðnadóttir, sum vit kenna frá ”Joker”, hevur gjørt tónleikin. Leikstjóri er amerikanski Todd Field. Umframt Cate Blanchett síggja vit Mark Strong, Noémi Merlant, Nina Hoss og Sophie Kauer.