Heartist
Heartist er heitið á forvitnisligum heimildarfilmi um føroysku listakvinnuna Sigrun Gunnarsdóttir (f.1950). Við leikstjórunum Mariannu Mørkøre og Beintu á Torkilsheyggi er filmurin ein nútímans lýsing av eini spennandi listakvinnu, sum virkar á Eiði, sýnir fram kring allan heim, og altíð arbeiðir málrættað við málningalistini.
Men hvør er kvinnan handan verkini? Støðið verður tikið í Sigrun sum persóni og listafólki – eru líkleikar og mótsetningar millum persónligheitina og einstøku listaverkini?
Rógviper og Kykmyndir hava framleitt nýggja føroyska heimildarfilmin Heartist.
Atgongurmerki: 100 kr.