Loading Events
mentan, Ókeypis, Stroyming | SALT

Café SALT

Nær

1. mars 2023 kl. 18:00

Longd

Áleið 2 tímar og 30 minuttir

Hvar

SALT

Café SALT

‘Café Salt’ letur upp aftur.

Steðgur hevur verið í vegna koronu, løgtingsval o.a., men nú venda Jákup Magnussen og Ólavur Rasmussen aftur við sendingini, Café Salt.

Við ársenda í 2021 sendi Kringvarpið tvær reisur útvarpssendingina ‘Café Salt’ í samstarvi við Mentanarhúsið Salt á Tvøroyri. Talan er um eitt slag av kvøldsetu við bæði álvarsomum og skemtiligum innihaldi. Hugsanin var at senda eina ferð um mánaðin í vetrarhálvuni, men sjúka, sóttarhald og løgtingsval darvaðu framhaldinum nógv.

Støðan er ein onnur nú, og fyribils er ætlanin at senda fýra mikudagar frá 1. mars til 17. mai 2023. Í ársins fyrstu sending, sum verður nú mikudagin 1. mars, fer Froðbiar Sóknar Blues Orkestur at spæla og Kirkjukórið Ljómur at syngja, Sonne Smith, sum nú aftur býr á Tvøroyri, fer at greiða frá ymsum í lívinum, ungdómar frá Ítróttaháskúlanum vitja, og tað gera tvær bygdaráðskvinnur úr hvør sínum enda av oynni eisini, meðan Niels Petur Nolsøe og Anfinnur Thomassen syngja ein tátt. Harafturat undirheldur Suðuroyar Sjónleikarafelag.

Vertirnir verða teir somu sum seinast: Ólavur Rasmussen og Jákup Magnussen.

Dyrnar lata upp kl.18.00. Tað er møguligt at keypa sær ein kaffimun og ein kakubita.

 

Tiltakið er ókeypis.

 

(Mynd: Dagfinn Olsen, Sosialurin, ‘Café Salt’ des. 2021).

Hvar