• ANDERS HJULER & EAGLECENTRIC (DK/FO)

    SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

    EagleCentric er experimenterandi elekroniskur jazz tónleikur komponeraður og framførdur av Arnold Ludvig Anders Hjuler málar "Live" málningar til tónleikin, ið verður víst beinleiðis á stórskíggjan í SALT   Anders Hjuler (artist) Arnold Ludvig (electronics, bass) Símun Berg (video)

    Free
  • Summartónar: Froðbiar Sóknar Bluesorkestur

    SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

    Froðbiar Sóknar Bluesorkestur sló sínar fyrstu tónar á sumri í 2007 á kongaliga pubbini á Tvøroyri. Løgini eru alt frá gomlum deltablues og boogie til nýggjari bluesrock og funk. Manningin er: Bogi Petersen - trummur Dávið Jacobsen – bass Óli Holbæk Mortensen – guitar Kristian Holbæk – vokal og mundharpu.   Konsertin er ókeypis.

  • Summartónar: Lív og Tróndur

    Lív og Tróndur - ein føroysk duett sum hava sungið saman síðani 2011. Tónleikurin tey framføra er ein samanrenning av fólkatónleiki og popp tónleiki. Tekstirnir koma altíð við eini góðari søguforteljing, meðan røddirnar smelta saman í eina symbiosu. Tónleikurin er bleytur, melankolskur men hevur eisini ein puls. Lív og Tróndur hava sítt heilt egna serstaka […]

  • Summartónar: Elin Brimheim Heinesen

    Summartónar hendan sunnudag er  Elin Brimheim Heinesen.   Elin Brimheim Heinesen (sang, gittar) Eyðun Mohr Hansen (gittar) Edvard Nyholm Debess (bass) Rógvi á Rógvu (trummur)

  • AVLÝST: Summartónar: Páll Brim

    SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

    Páll Brim hevur verið virkin innanfyri tónleik frá heilt ungum aldri. Tað var tó fyrst saman við bólkinum Danny and The Veetos í 2013 at Páll byrjaði at skriva egin løg. Í 2020 gav hann sína fyrstu solo EP út: ‘Starting Over’. Í 2021 sang hann nýggja sangin hjá Steintór Rasmussen ‘Góð Góð Góð’ og […]

  • Summartónar Borgfríð og Cinthiu

    SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

    Støkk inn og hoyr Borgfríð og Cinthiu samantvinna føroyskan og Latínamerikanskan tónleik á ein hátt har ymisleikar í mentanunum koma saman gjøgnum tónleikin. Borgfríð Fonsdal Johannesen er fødd og uppvoksin í Føroyum. Seinastu árini hevur hon fingist nógv við ymisk sløg av tónleiki, sum jazz, klassiskt og verið í ymsum kórum. Cinthia González Parada kemur […]

  • Summartónar: EKA

    SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

    EKA er ein føroysk trio, har Kristina Thede Johansen spælir saxofon og beiggjarnir Ernst og Aksel Remmel spæla ávíkavist trompet og klaver. Trioin spælir nógvar ymiskar genrir á teirra konsertum. Konsertin er kl.15.00 og er òkeypis.  

  • Summartónar: BRAMO

    SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

    BRAMO Er nýstovnaður tónleikabólkur, mannaður av fimm tónleikarum, sum hvør ið sær hava vælt ein nýggjan lim til bólkin, uttan ávirkan, ella vitanina um hvørji hini vóru, hvat ljóðførið tey spældu ella tónleikastíl teirra. Ein verkætlan har innovativar skipanir og teknikkir verða nýttar til at seta saman bólk og til at skriva tónleikin, sum verður […]

  • Summartónar: Ljómur

    SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

    Kirkjukórið Ljómur varð stovnað hin 19. februar 1939, í samband við at nýggja kirkjan í Vági bleyv vígd. Ella Nolsøe (f. Dahl) og Edith Dahl vóru undangongufólkini fyrstu árini. Edith var kórleiðari í umleið 20 ár. Síðani hava Ellen Dahl, Jóannes Nolsøe og Dorte Tilma – fyri at nevna nøkur – havt leiðsluna um hendur. […]

  • Summartónar: Froðbiar Sóknar Bluesorkestur

    SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

    Froðbiar Sóknar Bluesorkestur sló sínar fyrstu tónar á sumri í 2007 á kongaliga pubbini á Tvøroyri. Løgini eru alt frá gomlum deltablues og boogie til nýggjari bluesrock og funk. Manningin er Dennis Lave – trummur, Dávið Jacobsen – bass, Óli Holbæk Mortensen – guitar og Kristian Holbæk – vokal og mundharpu.