Loading Events
Ókeypis, Summartónar | SALT

Summartónar Borgfríð og Cinthiu

Nær

23. juli 2023 kl. 15:00

Longd

Áleið 1 tími

Hvar

SALT

Summartónar Borgfríð og Cinthiu

Støkk inn og hoyr Borgfríð og Cinthiu samantvinna føroyskan og Latínamerikanskan tónleik á ein
hátt har ymisleikar í mentanunum koma saman gjøgnum tónleikin.
Borgfríð Fonsdal Johannesen er fødd og uppvoksin í Føroyum. Seinastu árini hevur hon fingist
nógv við ymisk sløg av tónleiki, sum jazz, klassiskt og verið í ymsum kórum. Cinthia González
Parada kemur úr Kili og hevur lisið tónleik á lærda háskúlanum í Talca. Síðani er hon flutt til
Føroya og her hevur tikið lut í ymsum kórum og framført sum solistur. Hon er eisini sopran og
kórleiðarin í kvinnukórinum “Silvitni”.

Tónleikarar:

Borgfríð Fonsdal Johannesen (sangari)

Cinthia (sangari)

Ari Johannesen (gittar)
Harald Fonsdal Johannesen (slagverk)

Elin Maria Hansen (bass)

Hvar