Páll Brim hevur verið virkin innanfyri tónleik frá heilt ungum aldri. Tað var tó fyrst saman við bólkinum
Danny and The Veetos í 2013 at Páll byrjaði at skriva egin løg.
Í 2020 gav hann sína fyrstu solo EP út: ‘Starting Over’.
Í 2021 sang hann nýggja sangin hjá Steintór Rasmussen ‘Góð Góð Góð’ og í 2022 gav hann út
staklagið ‘Void of my Soul’. Allir sangirnir hava verið nógv at hoyra í føroyska útvarpinum. Sangirnir hjá Páll kunnu best lýsast sum ein blanding av John Denver and Fountains of Wayne
Tónleikarar:
Páll Brim – Sang og akustiskan guitar
Brynjar Olsen – el-guitar og kór
Jón Eliassen – Keyboard og kór
Búi Højgaard – Bass og kór
Harald Fonsdal – Trummir