BRAMO
Er nýstovnaður tónleikabólkur, mannaður av fimm tónleikarum, sum hvør ið sær hava vælt ein
nýggjan lim til bólkin, uttan ávirkan, ella vitanina um hvørji hini vóru, hvat ljóðførið tey spældu
ella tónleikastíl teirra.
Ein verkætlan har innovativar skipanir og teknikkir verða nýttar til at seta saman bólk og til at
skriva tónleikin, sum verður framførdur á festivalinum.
´Reikandi skýggj broytist til dropar, stillisliga fallandi niður brekku og líð, kínandi stýkur grasið, sum
gerst til hyljar, løkur og áir, sum tutlandi snúa og snara seg eftir landskapinum, oman slættan har
hann hvílur í vøtnunum, áðrenn hann heldur áfram, veksur seg til brúsandi fossar, berjur seg
gjøgnum grótið í sandinum, dundrandi oman dalar og firðir, kavar niður í havið mikla at gerast eitt
og alt.´