• Konsert við Fuglafjarðar Hornorkestri og Tvøroyrar Hornorkestri

    Tvøroyrar Hornorkestur og Fuglafjarðar Hornorkestur hava felags konsert í SALT kl. 15:30, sunnudagin 29. oktobur Orkestrini fara at spæla hvør sær og saman, og skráin verður sera fjølbroytt. Komið og njótið eina góða løtu saman við okkum, í stásiliga mentanarhúsinum Salt. Ókeypis atgongd

  • Borgarafundur um kommunusamanlegging

    SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

    Nú arbeiðsbólkurin í dag, 18. mars, hevur lagt fram álitið um “fyrimunir og vansar við kommunusamanlegging”, ið varð handað borgarstjórum og kommunustýrislimum sum bóklingur á Seglloftinum, var breið semja millum luttakandi kommunustýrislimirnir, um at skipast skuldi fyri borgarafundum sum skjótast. Avgjørt varð, at hava borgarfundir í hvørjari bygd/bý sær, har arbeiðsbólkurin leggur fram álitið “fyrimunir og vansar við […]

  • Kunningartiltak hjá Krabbameinsfelagnum

    SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

    Alment ókeypis kunngingartiltak hjá Krabbameinsfelagnum verður í cafe-økinum í SALT í Suðuroy leygardagin 13. apríl frá kl. 13.00 - 17.00 Krabbameinsfelagið og stuðulsbólkurin í Suðuroy Tiltakið er stuðlað av kommunum og fyritøkum í Suðuroy Við hesum tiltakinum verður varpað ljós á, hvørji tilboð, møguleikar, hjálpitól og amboð eru til fyri at hjálpa og lætta um […]

  • Summartónar: Ljómur

    SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

    Kirkjukórið Ljómur varð stovnað hin 19. februar 1939, í samband við at nýggja kirkjan í Vági bleyv vígd. Ella Nolsøe (f. Dahl) og Edith Dahl vóru undangongufólkini fyrstu árini. Edith var kórleiðari í umleið 20 ár. Síðani hava Ellen Dahl, Jóannes Nolsøe og Dorte Tilma – fyri at nevna nøkur – havt leiðsluna um hendur. […]

  • Summartónar: Froðbiar Sóknar Bluesorkestur

    SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

    Froðbiar Sóknar Bluesorkestur sló sínar fyrstu tónar á sumri í 2007 á kongaliga pubbini á Tvøroyri. Løgini eru alt frá gomlum deltablues og boogie til nýggjari bluesrock og funk. Manningin er Dennis Lave – trummur, Dávið Jacobsen – bass, Óli Holbæk Mortensen – guitar og Kristian Holbæk – vokal og mundharpu.

  • Summartónar: The Betty Quartet

    SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

    The Betty Quartet spælir upprunaligan, fangandi instrumentaljazz. Tónleikin hevur føroysk/danski sopransaxofonisturin Betty Ebenezer Magnussen komponerað. Betty ger tónleik, sum tú kanst fyrihalda teg til, og sum fellur væl í oyrað og við norðurlendskum ljómi, sum er sermerktur við sterkum løgum og skiftandi rytmiskum útláti. Teir 4 tónleikararnir í The Betty Quartet skapa eitt nærverandi tónleikaligt […]

  • Summartónar: Domino Ensemble

    SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

    Domino Ensemble er donsk kvintett, sum er samansett av klaveri og fýra blásarum. Tónleikararnir funnu í 2021 saman um alskin til kamartónleik og vøkru verkini hjá Mozart og Beethoven fyri júst hesa ljóðførissamansetingina. Kvintettin roynir støðugt nýggj verk, har tey fimm ljóðførini eru sett saman og krossast á ymsan hátt eins og dominobrikkar. Á skránni […]

  • Mission10Forty – Stórt og Jólaligt Stuðulstiltak

    SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

    Stórt og Jólaligt Stuðulstiltak - Armenski klaverúrmælingurin Irina Hayrapetyan spælir nøkur klaverstykkir av armenskum tónaskøldum, Bach, Chopin og Rachmaninov - Sjúrður Skaale greiður frá túrinum í Armenia, har hann var millum armenskar flóttar úr Nagorno Karabakh ið Mission10forty veitir stuðul - Eftir tiltakið bjóða vit kaffi har høvi verður at tosa við umboð frá Mission10forty […]

  • Summartónar: Heiðavatn

    SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

    HEIÐAVATN granskar í og nýtir møguleikarnar við kamartónleiki fyri akkordeon og strúkarar. Umframt fleiri nýskrivað verk fara vit at framføra tónleik skrivaður fyri óvanlig ella fjarskotin ljóðføri, so sum glasharmonika og harmonium, sum Anna Hüdepohl hevur lagað til akkordeon. Heiðavatn: Anna Hüdepohl (accordion), Atli Ellendersen, Jón Festirstein (violin), Birita Dam (bratsj), Tóri Restorff Jacobsen (sello)  

  • Aksel Remmel og Félix Nunes – Klaver og sello

    Konsert við Aksel Remmel og Félix Nunes - Klaver og sello Spennandi, fjølbroyttur og vakur tónleikur fyri Sello og klaver. Føroyski pianisturin Aksel Remmel og kanadiski selloleikarin Félix Nunes koma til Suðuroyar at spæla spennandi og vakran tónleik við sello og klaver. Skráin er sett soleiðis saman, at hon er áhugaverd bæði fyri teimum, ið […]

    Free