Loading Events
Ókeypis, SALT Bio |

Stuttfilmakvøld v/ Floortje Zonneveld

Nær

10. november 2026 kl. 19:00

Longd

Áleið 1 tími

Kostnaður

Ókeypis

Stuttfilmakvøld v/ Floortje Zonneveld

MAGNETISK BOND (2025)
Longd: 25 minuttir
Leikstjóri: Martijn Bastiaans
Framleiðsla: Martijn Bastiaans, Floortje Zonneveld & Eva Bullens
Í samstarvi við: Vágs Kommunu

Samandráttur:
MAGNETISK BOND er ein stuttur dokumentarfilmur um videosavnið hjá Sævari Halldórssyni og Paula Poulsen, sum teir hava bygt upp yvir tey síðstu 40 árini í Vági og í Suðuroy. Hundraðtals bond eru væl og virðiliga tikin upp og savnað; tey flestu eru varðveitt, men hava ongantíð verið víst. Vit fylgja Sævari og Paula á eini leiting í teirra “skatta” savni. Gjøgnum teirra eygu og myndatól uppliva vit gerandisdagin, føroyska mentan, minni og siðvenjur, umframt ta drúgva vinarlagið millum tveir menn, hvørs felags kærleiki til livandi myndir er gjørdur til eitt livandi minni um teirra lokalsamfelag.

THE SEA IS THE WALLS OF MY HOME (2026)
Norskt heiti: Æ for Ærfugl
Longd: 21 minuttir
Leikstjóri: Floortje Zonneveld
Framleiðari: Fasasona / Eilif Bremer Landsend & Floortje Zonneveld
Mál: Norskt
Undirtekstur: Enskur
Frumsýndur: Á Tromsø Millumtjóða Filmstevnu (TIFF) í 2026 og er nú á ferð í Evropa.

Samandráttur:
THE SEA IS THE WALLS OF MY HOME er ein stuttur dokumentarfilmur um persónliga sambandið hjá fólki við og okkara fatan av havinum sæð frá sjónarmiðnum hjá oyggjabúgvum. Vit fylgja Janni, sum er ein tann síðsti eftirbúgvin, ið røkist fyri æðuni á tí arktisku oynni Sandøy í Træna (33 sjómíl úr landi). Jann er fastbúgvin í kystarmentanini og hevur serstakar oyggjakunnleikar, sum umboða ta ríku ágrípandi og óágrípandi mentanina í Norðurnoregi. Tá tann ungi oyggjabúgvin úr Træna, Adam, og Jann hittast á Sandøy, knýta teir eitt band tvørtur um ættarlið, meðan teir vitja verpandi æðurnar, ið røkja síni reiður.

Hvar