Nú arbeiðsbólkurin í dag, 18. mars, hevur lagt fram álitið um “fyrimunir og vansar við kommunusamanlegging”, ið varð handað borgarstjórum og kommunustýrislimum sum bóklingur á Seglloftinum, var breið semja millum luttakandi kommunustýrislimirnir, um at skipast skuldi fyri borgarafundum sum skjótast.
Avgjørt varð, at hava borgarfundir í hvørjari bygd/bý sær, har arbeiðsbólkurin leggur fram álitið “fyrimunir og vansar við kommunusamanlegging”, og borgarar fáa møguleika at koma til orðanna og seta fram spurningar.
Borgarafundir verða hildnir soleiðis: (GG. borgarar eru vælkomnir at møta á øllum trimum støðum, ella har tað liggur best fyri at møta)
Ónskvøldið 20. mars, kl. 19.00 í SALT.