Loading Events
Stroyming |

Yana & Yetien

Nær

31. mai 2020 kl. 17:00

Longd

Áleið 1 tími

Yana & Yetien

Yana & Yetien
Frá Festspillene 2019
Ein loðin søga um stríðið hjá einum barni fyri at verða skilt.

Yana & Yetien var ein av best dámdu barnasýningunum á Festspillene 2019. Nú sleppa vit í Føroyum eisini at uppliva hesa myrku, stuttligu og fangandi søgu um treisknið og viljan hjá einum barni, sum heldur at ongin skilir tað. Søgan sigur frá hvussu barnið finnur útav at vinir finnast í øllum støddum og skapum – og viðhvørt eru teir nógv lodnari, enn tú hevði hugsað tær.

Hugsa tær, at tú ert langt, langt heimanífrá og púra einsamøll? Tú kemur fram á eina avsíðis, kavaklædda bygd, sum er mitt í einum tøttum skógi og full av løgnum ljóðum. Soleiðis byrjar søgan um Yanu. Hon skilir ikki eitt orð av tí, sum bygdafólkið sigur, og hini børnini plága hana við søgum um loyndarfull fjallaskrímsl.

Veruleikakendar dukkur spæla høvuðsleiklutirnar í hesi sjarmerandi familjusýning, sum er full av vøkrum ventrarlandsløgum og nýskrivaðum tónleiki. Midnáttarsól og norðlýsi skapa ein heim, sum ein lættliga verður hugtikin av, og miming, dukkuspæl og eitt blandað evropeiskt mál leiða hugin á tvætliyrkingina hjá Lewis Caroll “Jabberwocky”.

Sýningin hóskar til øll – óansæð mál.

«Magisk, fortryllende, rørende og så vakker at øynene blir store.» – BRISTOL 24/7

Hvar