Loading Events
|

Radio SALT og Kringvarpið

Nær

15. apríl 2026

Kostnaður

Ókeypis

Radio SALT og Kringvarpið

Radio Salt og Kringvarpið ónskvøldið kl. 19.00:

Tað er ein løta síðan seinast, men nú verður tað so aftur, at vit skipa fyri undirhaldi og práti í SALT kaffistovuni , her Ingi Poulsen fer at taka sær av tí tónleikaliga partinum.
Tiltakið 15. apríl er alment við ókeypis atgongd. Eisini verður tað útvarpað í samstarvi við Kringvarp Føroya.

Arbeiðsheitið fyri kvøldsetuna er ‘Mentan’ og talan er um fleiri sløg av mentan.

Stjórin á Ítróttarháskúlanum í Suðuroy kemur á gátt at siga frá nýggja skúlanum, sum er í umbúna, eins og hon greiðir frá arkitektakappingini í tí sambandi.

Eitt annað prát er um ítrótt og trivnað.
Kvinnurnar á Tvørabátinum eru landskendar fyri sín góða hýr og avrik. Tað, og annað fara tær at geva okkum størri innlit í ónskvøldið, tá tær í flokki sessast við samrøðuborðið.

Á Tvøroyri búgva nógv sløg av fólki, harav ein bólkur er rættiliga opinskáraður.
Vit hava boðið nøkrum av teimum opinskáraðu tvøramonnunum í SALT at práta um dagsins mál, og um leyst og fast.

Tað skemtiliga er væl umboðað í skránni til hesa Radio Salt / KVF sending og kvøldsetu, harav tann afturvendandi rapportin frá okkara uppsøkjandi útvarpsmanni er eitt av punktunum.
Hesa ferð koyrir hann runt Suðuroynna at spyrja, hvat fólk (les: menn) leggja í hugtakið ‘mentan’.

Vit skapa tað fyri teg, so kom ein túr í Mentanarhúsið SALT til hugna og látur ónskvøldið.

Dyrnar lata upp kl. 18.30 og tiltakið byrjar stundisliga kl. 19.00.
Tey, sum velja at sita heima, kunnu lurta í KVF útvarpinum.

Vertir: Annika Bolton Mortensen, Gundur Johansen, Jákup Magnussen.

SALT og KVF

Hvar