Jul 5
SALT 1938
Framsýning í SALT í summar 7. juli til og við 26. juli
Ókeypis atgongd
Upplatingartíðir:
Mánadag: 16 - 18
Týsdag: 14 - 16
Ónsdag: 16 - 18
Tórsdag: 15 - 17
Fríggjadag: 14 - 16
Leygardag: 15 - 18
Vælkomin :) ...
Apr 30
Leygarkvøld, 3. mai kl 19.00
Ókeypis atgongd ...
Jun 26
Vit í SALT bjóða tær vælkomin á ársins konsertbrak í SALT leygarkvøldið 13. juli 2024.
Lagt verður upp til eitt av teimum heilt stóru konsertunum við einum okkara egnu, plátuaktuellu Hamradun. Hetta er konsertin sum bæði vit og Hamradun hava glett okkum til leingi.
Og fyri at gera gott enn betri kemur ungi powerbólkurin Adrenaline úr Klaksvík at hita upp. Adrenaline tók fleiri av festivalunum í fjør við stormi við teirra orkumiklu framførslum og melodiska rokki.
Tá konsertin er liðug og fólk eru so uppi at koyra at tey ikki vilja heimaftur, so tekur kærleikskongurin Eyðun Nolsøe, sær pent av teimum, saman við bólki sínum, restina av kvøldinum.
Keyp atgongumerki á 250 kr. á salt.fo og á atgongumerki.fo ...
Jun 20
ISCM – World New Music Days: Aldurbáran og Sumbiar Dansifelag í SALT.
World New Music Days.
Skráin fyri dagin:
13:30 Tvøroyrar hornorkestur spælur á Fiskieiðinum í Hvalba. Er veðrið ikki til vildar, verður framført í Hvalbiar Kirkju.
14:30 – Sumbiar dansifelag kvøður í SALT.
15:00 – Aldubáran í SALT.
Felagið Føroysk Tónaskøld verður vertur av ISCM World New Music Days, sum verður í Føroyum 22. til 30. juni 2024.
Á festivalinum fara vit at hoyra konsertir frá bæði føroyskum og norðurlendskum tónleikarum, solistum sum bólkum.
Verkini, ið verða framførd á festivalinum eru bæði nýggjur og nýskapandi, og eru skrivaði av limum í altjóða tónleikafelagskapinum, ISCM.
Um Aldubáruna:
Aldubáran er ein føroyskur tónleikabólkur. Tónleikabólkurin Aldubáran hevur, síðani hann varð stovnaður í 1995, veruliga sett síni spor í føroyska tónleikaumhvørvinum. Umframt at vera einasti yrkistónleikabólkur av sínum slag í Føroyum, hevur Aldubáran verið stigtakari og fyriskipari av mongum tiltøkum, bæði størri, men eisini smærri konsertum og konsertferðum uttanlands.
Føroysk tónaskøld verða eggjaði at skriva tónleik til bólkin og eru nýggj føroysk verk javnan á skránni hjá Aldubáruni. Aldubáran spælir tó eisini eldri klassiskan tónleik, og hevur m.a. framført stórverkini “Oktett” eftir Franz Schubert, “Pierrot Lunaire” eftir Arnold Schoenberg og ta víðagitnu “Søguna um soldátin” eftir Igor Stravinsky.
Komponistar:
MAO Zhu (Kina, Chengdu)
Eli Tausen á Lava (Føroyar)
Yfat Soul Zisso (Ísrael)
Ig Henneman (Holland)
Tomaž Svete (Slovenia)
Harry Crowl (Brasilia)
Dario Buccino (Italia). ...
Mai 30
Ha-Ha Oyggin í SALT, 2. Juni Kl. 15:00. 😍
Atgongumerki: https://www.salt.fo/.../ha-ha-oyggin-konsert-fyri-born.../
Fríggjadagin 24. februar, kom nýggj barnaheildarútgáva út um Hamstaran og Haruna, sum fara eina ferð út á Ha-ha oynna. Tað er Kristian Blak, sum hevur staðið fyri útgávuni, sum er tøk talgilt, CD og LP við tekstum og nógvum tekningum.
Tey, sum hava skapað útgávuna saman við Kristiani, eru abbabørnini og onnur musikalsk fólk sum Sharon Weiss, Mikael Blak, Katrina Olsen og Ari Johannesen. Eisini hava tey fingið hjálp frá m.a. Jákup Veyhe, Benjamin Petersen, Per Ingvaldi Højgaard Petersen, Ernst Remmel og Angeliku Hansen á fløguni.
Sangir á útgávuni:
0. Inngangur
1. Hamstarin
2. Gongulag
3. Kornini
4. Vatntaxabævus
5. Giraffur og íkorni
6. Sólin er eitt lítið hús
7. Einar Einabúgvi
8. Smáttan
9. Vestan fyri Mykines
10. Flúgvandi teppið
11. Vinalag
12. Hamstarin II
Síggjast í SALT. ...
Mai 8
Ókeypis Barna Bio í SALT.
Í morgin Kristi himmalferðardag kl. 13:00, skipar SALT fyri Barna Bio.
Okur vísa filmin Spirit : Stallion of the Cimarron
Spirit er ein filmur frá 2002, ið snýr seg um ein hest, sum livur frítt og vilt á eini preriu.
Eitt kvøld endar hann á einum øki hjá menniskjum og verður tikin til fanga. Tað verður roynt at temja Spirit, men Spirit vil ikki geva seg fyri menniskjunum.
Umframt, at Spirit er ein flottur, spennandi og góður filmur, so hevur hann eisini nógvar góðar sangir, ið eru skrivaðir og gjørdir av Bryan Adams
Longd: 83 Min. ...
Apr 30
Bindi Bio í SALT
Hey tykur ið elska at binda, ja sjálvt tykur ið elska at binda frið! Tórsdagin 16. Mai, kl 19:00 lata dyrnar í SALT upp fyri einum hugnaligum kvøldið við filmið, ábitið og binding.
Okur hava havt Bindi Bio fyrr og fegnast, at tað eydnaðist sera væl.
Tykur melda til við at senda okkum eini boð á Facebook, best hevði veri um bindi klubbarnir hava ein ið bíleggur til øll í sínum bólkið. Seinasta freist at melda seg til er Týsdagin 14. Mai.
Kostnaðurin fyri atgongumerki og tapas v. vínið er 200kr. Møguligt er at keypa okkurt gott eftir filmin.
Síggjast í SALT. ...
Apr 13
Gekkur & Bindi Bio í SALT
Hey tykur ið elska at binda, ja sjálvt tykur ið elska at binda frið! Komandi fríggjakvøldið kl 19:00 lata dyrnar í SALT upp fyri einum hugnaligum kvøldið við gekkaspælið, filmið og ábitið.
Okur hava havt Bindi Bio fyrr og fegnast um at tað eydnaðist sera væl.
Skráin fyri kvøldið:
Kl 19:00 – Dyrnar lata upp.
Kl 19:40 – Gekkurin byrjar, kaka og kaffi verður at fáa.
Kl 20:20 – Steðgur.
Kl 20:30 – Tapas og vínið er klárt at avheinta í Café-økinum
Kl 20:40 – Filmurin “Georgies Verden” byrjar.
Kl 22:04 – Filmurin endar, tykur er vælkomin at sita og binda eftir filmin.
Kl 23:30 – Dyrnar lata aftur.
Tykur melda til við at senda okkum eini boð á Facebook, best hevði veri um bindi klubbarnir hava ein ið bíleggur til øll í sínum bólkið.
Síggjast í SALT ...
Apr 10
Alment ókeypis kunngingartiltak hjá Krabbameinsfelagnum verður í cafe-økinum í SALT í Suðuroy leygardagin 13. apríl frá kl. 13.00 – 17.00
Krabbameinsfelagið og stuðulsbólkurin í Suðuroy
Tiltakið er stuðlað av kommunum og fyritøkum í Suðuroy
Við hesum tiltakinum verður varpað ljós á, hvørji tilboð, møguleikar, hjálpitól og amboð eru til fyri at hjálpa og lætta um gerandisdagin hjá suðuroyingum, sum eru sjúkir ella hava verið sjúkir av krabbameini, teirra avvarandi og øllum øðrum áhugaðum. ...
Apr 8
😍SALURIN NÆSTAN FULLSETTUR😍
Tað er ikki uttan orsøk, at tvær sýningar blivu til tólv. Framførslan "Sig okkurt skek" hevur fingið sera góð ummælið, og higartil hevur verið útselt til hvørja sýning!
Okur eru sera spent at fáa Sjúrð inn í SALT at framføra. Og soleiðis sum sølan av atgongumerkjum hevur gingið higartil síggja okur, at tykur eisini eru spent til komandi leygarkvøld.
So skunda tær at ogna tær atgongumerkið til “Sig okkurt skek”, tí áðrenn tú veist av, so er útselt!
Myndir: Gwenaël Akira Helmsdal Carré. ...
Mar 20
SIG OKKURT SKEK Í SALT😍
https://www.salt.fo/event/sig-okkurt-skek/
Framførslan “Sig okkurt skek” fekk sera góða umrøðu, tá hon varð spæld í Havn í februar. So góða, at tvær sýningar blivu til tólv.
Nú hevur Salt gjørt avtalu við Sjúrð Skaale um at hava eina sýning á Drelnesi leygarkvøldið tann 13. apríl kl. 20:00.
Sýningin er fyri vaksin.
–
Sagt á FB um “Sig okkurt skek”:
”Havi ikki flent so nógv fyrr”
”Havi ikki flent so nógv og so leingi í fleiri ár”
”Eitt mega stuttligt kvøld”
”So Skide Skeg”
”Bara for skek”
”Mátti taka brillurnar av, so eg kundi turka tárini”
”Klassi”.
”At flenna og nærum fáa ilt í búkin er gott!! Sjúrður dugir sanniliga at siga okkurt skeg!”
“Stendur einki aftanfyri tær bestu framførslurnar uttanlands”.
”Sig okkurt skek er ferðin hjá Sjúrði frá unglinga til manns og tær sannkenningar hann er komin til á vegnum. (…) Innlitið í sína egnu støðu fortelur ikki bara søguna um Sjúrð, men um sjálva lívsins treyt – fyri at brúka orðini hjá einum kendum manni. (…) Komedian varðir í hálvanannan tíma, men tað virkaði meiri sum ein hálvur tími. Eg var slett ikki liðugur at lurta og verða undirhildin, tá tjaldið fór niður.
Onkra løtu takkaði eg fyri at omma ikki var millum áskoðararnar, tí tað pínliga var so pínligt at eg havi ikki hoyrt sovorið. Men tað er innlit og álvara, sum verður pakkað inn í skemt. Pínligheitskomedian verður í “Sig okkurt skek” tikin til next level, har onki er for groft ella for fúlt. Tað eleganta er, at perspektivið í framførsluni er eitt boð hjá Sjúrði uppá at forklára lívið fyri sær sjálvum og fyri okkum sum áskoðarum.” ...
Feb 20
Altjóða Kvinnudagur 2024 í SALT
Fríggjakvøldið 8. mars kl 18:00 skipa Valkyrjurnar saman við SALT fyri einum hugnaligum kvøldi har ið dentur verður lagdur á kvinnuna!
Á skrá fyri kvøldi verður ábit, framsýning av myndum og plakatum, hugleiðing um Suffragetturnar, fólkatónleikur, framløgur, kaffi við onkrum góðum og síðani eitt sofaprát við kvinnum ið eru leiðarir innan undivísingarøkið.
Meiri kunning og atgongumerki kunnu keypast á:
https://www.salt.fo/event/altjoda-kvinnudagur-2024/ ...
Jan 25
🤩OKUR VILJA ONGANTÍÐ DOYGGJA!🤩
Fyrsta konsert við Dynamit í Suðuroy í 30 ár.
Ein konsert við Dynamit slær ongantíð feil, og 17. februar verður SALT karmur um eina festliga og jaliga Dynamitkonsert, sum fer at osa av góðum tónleiki, góðum stemningi og góðum hýri.
Sangskrivarin og oddamaðurin í Dynamit, Niclas Heri Jákupsson, fer at leiða okkum gjøgnum konsertina á sín sermerkta, stuttliga og sjarmerandi hátt.
Við undirhaldi, stuttligum søgum, forteljingum, hugleiðingum og festligum Dynamit hittum, verða vit tikin á ferð ígjøgnum eitt ríkt lív við tónleiki, upp- og niðurtúrum.
Líkamikið hvussu hýrurin er áðrenn konsertina, so verður hýrurin við vissu nógvar ferðir betur, tá konsertin er liðug.
Manningin í Dynamit hetta kvøldið er:
Niclas Heri Jákupsson, sang
Magni Husgaard, tangentar
Høgni Fagraberg, guitar
Erik Biskopstø, bass
Henning Hjalt Nicodemussen, trummur.
Eftir konsertina, verður livandi tónleikur við DJ Hustler, Tróndur Enni, Erolf & Hentzar og Gudmund Larsen.
Møguleiki verður at keypa sær okkurt leskiligt svalandi.
Prísur fyri konsert + livandi tónleik: 300kr
Prísur eftir kl. 24:00 tá livandi tónleikur byrjar: 200kr
Komið glað og njóti góðan tónleik, og stuðla kvinnufótbóltinum í Suðuroynni!⚽️ ...
Jan 19
Ger eina sunna íløgu í teg sjálvan!
Tann 25. januar 2024 koma Henrik Duer og Eskild Ebbesen til Suðuroynna at halda ein fyrilestur um ”Sunde vaner med succes”.
Henrik og Eskild eru tveir sera væl umtóktir fyrilestrahaldarar í Danmark í løtuni. So tað ræður um at gera skjótt av!
Fyrilesturin verður hildin á SALT 25. januar kl. 20.00
Keyp atgongurmerkið á:
https://billett.fo/FSR?TicketId=2088 ...
Des 13
Tórsdagur í Kafé SALT
Í morgin, 14.des., borðreiða vit við indiskum grýturætti og øllum góðum til søtu tonnina…
Nýggja plátan - og fløgan - hjá Deiggj kann eisini keypast her, so verið vælkomin ein túr í SALT 😊 ...
Nov 30
Verið vælkomin til brunch í SALT
- sunnudagin kl. 11 ella 13!
Vinarliga bíleggið borð, í seinasta lagi, fríggjakvøld kl 22!
Vit borðreiða við:
Gularóts- og chiabollum, rugbreyði og knekkbreyði.
Yoghurt, eggjamuffins, pylsum og bakaðum grikskum bønurætti.
Chiapannukøkum v/bláberum og estragonsukri.
Ymiskum ostum, serranuskinku, cherizo og selleripaté.
Syltutoyi, valnøtum í hunangi, grønum og reyðum pesto og hummus.
Frukt og brownie.
Rabarbusaft, appelsinjuice, kaffi og te.
Kostnaður:
Vaksin 225,-
Børn 5-12 ár 100,-
Børn yngri enn 5 ár eta ókeypis.
Bílegging á tlf. 251454 við at senda eitt sms og skriva nær tit ynskja at koma, og hvussu nógv fólk tit eru.
P.S. Altíð glutenfrían bakstur, eisini :) ...
Nov 29
Tórsdagur í Kafé SALT
Í morgin, 30. nov, er indisk grýta v/rísi, raita og breyði á matarlepanum! Eisini súreplakøka, nøtumazarin, grilla tvíflís og pylsuhorn…. stórt úrval, eftirsum Dugni hevur POP-UP sølu við nógvum áhugaverdum!
Verið vælkomin í SALT, opið kl 11-18.30 ...
Nov 23
Tórsdagur í Kafé SALT
Í morgin, 23. nov., borðreiða vit við deiliga heitari gullashsuppu og nýbakaðum breyði!
Til søtu tonnina er nøtumazarin og kanelsniglar.
Verið vælkomin :) ...
Nov 21
Verið vælkomin til brunch í SALT
- sunnudagin kl. 11 ella 13!
Vinarliga bíleggið borð, í seinasta lagi, fríggjakvøld kl 22!
Vit borðreiða við:
Gularóts- og chiabollum, rugbreyði og knekkbreyði.
Yoghurt, eggjamuffins, pylsum og bakaðum grikskum bønurætti.
Chiapannukøkum v/bláberum og estragonsukri.
Ymiskum ostum, serranuskinku, cherizo og selleripaté.
Syltutoyi, valnøtum í hunangi, grønum og reyðum pesto og hummus.
Frukt og brownie.
Rabarbusaft, appelsinjuice, kaffi og te.
Kostnaður:
Vaksin 225,-
Børn 5-12 ár 100,-
Børn yngri enn 5 ár eta ókeypis.
Bílegging á tlf. 251454 við at senda eitt sms og skriva nær tit ynskja at koma, og hvussu nógv fólk tit eru.
P.S. Altíð glutenfrían bakstur, eisini :) ...
Nov 17
JÓLAKONSERT Í SALT
Leygarkvøldið, 25. nov., kl. 19 verður SALT
karmur um eina forkunnuga jólakonsert,
har Kirkjukórið Ljómur og Tvøroyrar Hornorkestur
fara at framføra hvør sær og saman.
Á skránni verða jólasangir úr øllum heiminum,
so lagt er upp til eina hugnaliga og friðsæla løtu.
So, verið hjartaliga vælkomin, stór sum smá!
Atgongumerki kunnu keypast við dyrnar ella á SALT.FO ...