
SETAN, SPÆL FØROYSKT 2026
Longd
Áleið 2 tímarKostnaður
ÓkeypisSETAN, SPÆL FØROYSKT 2026
SPÆL FØROYSKT 2026
Í sambandi við FMA (Faroese Music Awards) hevur KVF seinastu árini skipað fyri átakinum Spæl Føroyskt – har tey spæla føroyskan tónleik burturav.
Í ár er fjórða árið at Tónleikasambandið samskipar SF og eru vit errin av at siga, at átakið er størri enn nakrantíð
Setanin verður í Salt og tiltakið er ókeypis fyri øll at luttaka!
Setanin byrjar kl. 14.00 – Vælkomin og sjampanja
– Borgarstjóri í Tvøroyra Kommunu bjóðar vælkomin
– Barnakórið hjá Ingun Háberg syngur
– Ungir Sumbingar kvøða
– Forkvinna í Tónleikasambandinum heldur røðu og setur Spæl Føroyskt vikuna í gongd
– Konsert við LYON (v/bólki)
Setan endar kl.16.00
Smyril siglur soleiðis:
kl. 11.00 Tórshavn – Tvøroyri
kl.17.30 Tvøroyri – Tórshavn
Nær er Spæl Føroyskt?
Spæl Føroyskt er í viku 41, tvs. 5.- 11. oktobur. Tó byrjar sumt SF konsertvirksemið longu vikuskiftið áðrenn.
Tónleikasamband Føroya fegnast um átakið og í samstarvi við KVF (og vónandi tykkum), vilja vit hava so nógv við á Spæl Føroyskt skránni sum gjørligt, soleiðis at hon ikki bert fevnir um framførslur, men øll tiltøk sum hava við føroyskan tónleik at gera.
Tað kunnu vera framløgur um tónleikaevnið, sangløtur á ellisheimum, sangløtur á dagstovnum, pallborðsorðaskiftum um eitt og hvørt tónleikaevnið, osv. Alt ber til og tað er bert hugflogið sum setur mørk!
Vit vilja nevniliga hava allar Føroyar upp at darra í eina heila viku


