
Fagra Blóma, Neighbours & Friends úr Mariehaven
Longd
Áleið 2 tímarKostnaður
DKK 425Fagra Blóma, Neighbours & Friends úr Mariehaven
Helge Engelbrecht og summarsangorkestrið Neighbours & Friends úr Mariehaven í Ansager fara í heyst á konsertferð í Føroyum.
„Vit gleða okkum,“ sigur Helge Engelbrecht. „Vit kalla konsertina Fagra blóma, sum sjálvandi hevur samband við sangin, ið vit fara at syngja bæði á donskum og føroyskum, tá ið vit koma við stóra summarsangorkestrinum. Harumframt fáa vit selskap av Halluri og Jessicu Joensen og Jákupi Zachariassen.“
Síðan 2009 hava Neighbours & Friends á hvørjum ári savnað fleiri túsund gestir til vælumtóktu summarkonsertirnar í bakgarðinum hjá Helge Engelbrecht í lítlu vesturjútsku bygdini Ansager í Danmark.
Nú koma tey til Føroyar – og við á ferðini er ein góður vinur hjá orkestrinum og Mariehaven, Hallur Joensen. Hallur er ein framúr góður sangari og gittarleikari og ein kendur profilur á føroyska countrypallinum. Í nógv ár hevur hann spælt á pallum langt uttan fyri Føroyar og hevur millum annað samstarvað við nøvn sum Bellamy Brothers, Kris Kristofferson og Charley Pride.
Men Hallur tekur ikki bara gittaran og góða countrytónleikin við sær. Hann hevur eisini dóttur sína, Jessicu Joensen, við.
Jessica hevur sungið saman við pápa sínum í fleiri ár og hevur eina sterka og vakra rødd, sum hon veruliga hevur gjørt til sína egnu. Tá ið pápi og dóttir standa saman á pallinum, er ein heilt serlig tónlistarlig samljóðan teirra millum – og kanska sleppur eisini eitt sindur av føroysku tónleikagleðini at breiða seg millum áhoyrararnar.
Harumframt fær publikum eisini høvi at uppliva føroyska sangskrivaran og steelgittarleikaran Jákup Zachariassen, sum gevur ljóðinum hjá orkestrinum enn ein sterkan tónlistarligan lit.
Sum altíð fer Helge Engelbrecht við hita, nærveru og einum glotti í eyganum at leiða publikum ígjøgnum eina skrá fulla av tónlistarligum upplivingum – heilt aftur á aftastu stólarøð.
Tað verður tónleikur við kærleika, felagsskapi og nógvari lívsgleði.


