
Radio SALT
Longd
Áleið 2 tímarKostnaður
ÓkeypisRadio SALT
Radio SALT og KVF útvarpskvøldseta við práti, skemti og tónleiki:
Ærligt prát við Mary Antonsdóttir og aðrar áhugaverdar gestir
Hetta ónskvøldið tann 28. oktober klokkan 19.00 skipa Radio SALT og Kringvarp Føroya aftur fyri kvøldsetu á Drelnesi.
Fólk eru vælkomin á gátt, atgongdin er ókeypis. Samstundis verður tiltakið sent beinleiðis í útvarpinum.
Høvuðsevnini eru hesi:
Mest sjónligi fakfelagsleiðarin í Føroyum, Mary Antonsdóttir, fer at greiða frá sínum fakøki og ungdómsárunum í Suðuroynni.
Bjørg av Rana rekur hjálparfelagsskapin “Næstin’. Ónskvøldið sigur hon frá hugsjónini og átøkum, sum ‘Næstin’ hevur framt.
Úr Porkeri kemur Magnus Hansen, formaður í Fornminnafelagnum, at greiða frá søvnunum í bygdini, og Porkeris søgu.
Jakobina fer saman við tveimum limum í Deiggj at spæla nøkur løg fyri okkum, og Gundur skipar fyri skemtinum, ið millum annað nertir við heilsuøkið í Suðuroynni.
Sum umboð fyri nýghugsan og framsjón í Suðuroynni vitja tvey umboð fyri Fab.Lab, sum Trina Grønbech stjórnar.
Sjálvonnur fer hon at greiða frá verkætlanuni at framleiða lutir úr plastikki, sum rekur higar við streyminum.
Eisini verður greitt frá almennum tiltaki í SALT seinast í mánaðinum.
Sum sagt verður tað Radio SALT ónskvøldið klokkan sjey, har øll eru vælkomin inn á gólvið at lýða á, ella heima hjá sær sjálvum, tí kvøldsetan verður eisini send í KVF-útvarpinum.
Síggjast og hoyrast!
Mentanarhúsið SALT á Drelnesi


