
Oktoberfest ’26
Kostnaður
DKK 300Oktoberfest ’26
í 2019 var hildið ein rimmar Oktoberfest í SALT.
Hetta skuldi verði ein afturvendandi sigur, men tað heva verði ymsar grundir til at hetta ikki hevur eydnast.
Tann 31. Oktobur, 2026 kunnu vit aftur lata dyrnar upp fyri einum góðum kvøldið við Tónleiki, mati, sangi og øðrum góðum, ið har hoyrir til 🙂
Dyrnar lata upp kl 19.00
Tiltakið byrjar kl 20.00
Dyrnar lata aftur kl 03.45
Á skránni er m.a:
JOHN MOGENSEN JAM
SÅ LÆNGE JEG LEVER…
…er eitt sikkurt hit, og ALTÍÐ á setlistanum hjá John Mogensen JAM!
John Mogensen JAM lik við teir bestu sangirnar hjá kenda og elskaða tónleikaranum. Bólkurin er óvanliga vælspælandi og hevur tí eisini spælt kring alt Danmark. Teir hava enntá verið í Nuuk í Grønlandi, á Gran Canaria og í Týsklandi saman við Kandis, har teir hava framført.
Bólkurin hevur gott yvirskot til smáar søgur og frásagnir millum sangirnar. Teir reyðu selarnir eru sjálvandi ein partur av ímyndini hjá bólkinum, so tankarnir hjá áhoyrarunum verða beindir móti John Mogensen. Sanglistin fevnir um størstu hittini, eitt nú „To mennesker på en strand“, „Ensomhedens gade nr. 9“, „Så længe jeg lever“ og enn fleiri av teimum bestu hittunum. Tí er syng-við-garanti, tá John Mogensen JAM fer á pallin.
Tann fynska sjarman, sum bólkurin hevur, er ikki til at taka feil av, og áhoyrararnir elska teir!
John Mogensen JAM hava eisini spælt eina undirhaldandi konsert saman við altíð yndisligu Sussie (& Leo), sum veruliga gav gass á pallinum í baðidrakt til „To mennesker på en strand“.
John Mogensen JAM skilir seg frá øðrum kopi-bólkum við at hava ein sera dugnaligan høvuðssangara. Hetta skapar eina ektaða og minniliga uppliving við øllum teimum bestu John Mogensen-sangunum. Henrik er høvuðssangari og ektaður “Københavner”, sum í sínum ungu døgum gekk í fótasporunum hjá John og ferðaðist runt í Keypmannahavn. Men harumframt hevur Henrik verið tónleikari í Italia, siglt tvørtur um Atlantshavið og framført, umframt at hann hevur gjørt meira enn 100 sangir.
Hann er klárur at fara út og framføra.
Um bólkurin er tann besti í Danmark, letur John Mogensen JAM sjálvandi áhoyrararnar meta um. Men teir hava fleiri ferðir hoyrt seg umrøddar sum júst hetta. Bólkurin hevur nógv ára lívsroyndir, so tú fært eina ógloymandi og fantastiska konsertuppliving við teimum.
Um tú ikki longu hevur upplivað teirra live-framførslu, so er tíðin komin til tað…
Tvøroyrar Hornorkestur:
Okra egnu trúføstu blásarar eru til reiðar at blása stemningin upp! Hornorkestrið spæla fleiri løg ið hóska til ein ordiligan Oktoberfest!
Havnar Harmonikufelag:
Í 2019 høvdu okur HHF við á pallinum har teir spældu undir til felagssang. Í ár endurtaka okur hetta, við øllum teimum “góðu gomlu” og, møguliga, “ósedvanliga góðu”, løgunum ið tykur kunnu syngja við, við.
Matur og Drekka:
Heimagjørdur fleskasteiks burgari/sandwich, gjørdur í SALT.
Tilhoyr.
Ymsik sløg av bjórið.


