Loading Events
Stroyming |

Marius Neset Quintet m/Andreas Brantelid & Leif Ove Andsnes

Nær

31. mai 2020 kl. 20:00

Longd

Áleið 1 tími

Marius Neset Quintet m/Andreas Brantelid & Leif Ove Andsnes

Marius Neset Quintet m/Andreas Brantelid & Leif Ove Andsnes
Frá Festspillene 2018
Framtíðarjazzur við klokkuspæli og sello.

Nógv munnu minnast konsertina hjá Marius Neset í Norðurlandahúsinum í 2017 fyri fullsettari Klingru, har hann nærum bókstavliga blásti øll um koll. Nú sleppa vit at uppliva eina ikki minni frálíka konsert, har hann spælir saman við nøkrum av somu tónleikarunum, sum hann vitjaði Føroyar við umframt tveimum norskum urmælingum.

Á konsertini spæla teir fyrst og fremst tónleik av útgávuni Circle of Chimes (2017), sum upprunaliga er skrivaður til eina útselda nýggjárskonsert á Kölner Philharmonie. Jazzinorge skrivar soleiðis um útgávuni: «variert, virtuost spilt musikk fra noe som må være en av jazzens for tida friskeste kilder», og lýsir tónlistaliga samstarvið við Andreas Brantelid soleiðis: «Neset lar to rørklokketoner legge det melodiske premisset, etter hvert utviklet med blant annet et dramatisk, men varmt melodistatement fra Brantelids cello.»

Til hesa konsertina frumframførdi klaverleikarin Leif Ove Andsnes eisini eina nýggja útgávu av verkinum Prague’s Ballet, sum nógv eisini fara at kenna aftur frá konsertini í Norðurlandahúsinum, saman við Neset og Brantelid.

Neset fekk í 2017 háttvirdu virðislønina Echo Jazz fyri útgávuna Snowmelt við London Sinfonietta, og var í 2018 tilnevndur Spellemannsprisen fyri Circle of Chimes.

Hvar