Uppgerð og improvisatión í oyðandi heiminum hjá nettrøllum [trolls]. Stroymd sýning frá Festspillene i Bergen 2018.
Landscape of Hate er ein mulitmediaverkætlan, sum hevur sett sær sum mál at fremja og tileggjað almennu røddini í eini tíð og einum veruleika, har hevndarpornu, nethapping og haturstala eru vorðin gerandisorð. Karmarnir um verkætlanina eru ein røð av samrøðum, sum viðgera, hvussu ymisk sløg av hatri kunnu basast.
Fyrstu Landscape of Hate tiltøkini vórðu hildin í Kanada í 2017, og vóru ein samanseting av kjakum, listaframsýningum og improviseraðum konsertum. Her vórðu nýggjar kompositiónir settar saman við ljóðdømum, sum vórðu stroymd frá sosialum miðlum, ljóðlandssløgum og video. Grundtilfarið er tikið frá opnu alnótini, samrøðum og øðrum almennum keldum, og tað er serstakt fyri hvørja sýning.
Til Festspillene i Bergen helt Landscape of Hate toymið eina 2-daga verkstovu á háskúlanum á Vestlandet fyri at skapa multimediatilfar, myndlist og ljóðlandssløg at nýta í sjálvari sýningini. Eisini var ein listaframsýning við teknirøðum hjá norskt-danskt-eritreiska Josef Yohannes og hansara The Urban Legend – heimsins fyrsta afrikanska superhetja í teknirøð – og kanadiska verkætlanin Learning to Hate hjá Jason Wallin og Jessie Beier.
Kvøldið byrjar við kjaki undir leiðslu av Landscape of Hate skaparanum Vivek Venkatesh, sum eisini er í UNESCO-nevndini fyri fyribyrging av radikalisering og harðrendari óhóvstevnu (ekstremismu). Í pallborðinum sita teknirøðsskaparin Josef Yohannes, danski mannarættinda- og netaktivisturin Emma Holten og kanadiski sendiharrin í Noregi Artur Wicynski.