Loading Events
Stroyming |

Kubbi heldur gang

Nær

23. mai 2020 kl. 13:00

Longd

Áleið 1 tími

Kubbi heldur gang

Rumbul frá heimsins yndis-Kubba.

​Rómurin av Kubba hevur veirð at hoyra í meginpartinum av heiminum, og hann er sera spentur, tá hann finnur rútma og klang óvæntað støð.

Bøkurnar um fitta trækubban eru seldar í nógvum longum, og eftir at søgurar í 2012 vórðu umsettar til kinesiskt, bleiv Kubbi superstar í Asiu. Har er hann elskaður av bæði børnum og vaksnum, og í Japan hevur hann bæði framsýning, egna kafé og teknifilm. Í fjør var eisini frumframførsla av samvirknari konsert, sum ferðaðist runt alt Kina.

Í bókini Kubbi heldur gang (2011) roynir kubbi seg sum orkesturtónleikari, men endar við at brúka alt møguligt at gera ljóð við. Við støðu í hesari søguni, tekur Kubbi sínar hjálparar, tónleikaran og ljóðlistamannin Stephan Meidell og søguskaparan Åshild Kanstad Johnsen, við í Litteraturhuset í heimbýnum Bergen.

Saman halda tey gang og spæla tónleik á tónleikamaskinuni hjá Meidell – eitt samvirkið elektromotoriskt installatiónsorkestur fyri børn. Huvssu ljóðar tað, tá motorar spæla á gomul ljóðføri, ella uppá onnur ting, sum ein finnur heima?

Hvar