Loading Events
Stroyming |

Håkan Hardenberger & Colin Currie

Nær

27. mai 2020 kl. 20:00

Longd

Áleið 1 tími

Håkan Hardenberger & Colin Currie

Håkan Hardenberger & Colin Currie
Frá Festspillene í 2018.
Lát og lívsmegi frá tveimum úrmælingum.

Verkalistin fyri ljóðførissamansetingina trompet og slagverk er ikki langur, men tað hava Håkan Hardenberger og Colin Currie sjálvir funnið eina loysn uppá. Fleiri av verkunum á hesi sermerktu konsertini eru skrivað til teirra. M.a.”…the scene of the crime…” (2017) hjá Brett Dean og “Realismos Màgicos” (2014) hjá Rold Wallin.

Teir báðir listamenninir eru millum heinsins kendastu ambassadørar fyri og úrmælingar innan síni ljóðføri. “Besti trompetisturin í galaksuni” sigur The Times um Hardenberger, og The Spectator hevur kallað Currie “heimsin besta og djarvasta slagverksspælara”.

Saman eru teir ein óvanlig og frísklig samanseting á eini konsert, sum er eitt sindur sermerkt bæði í mun til konsept og útinnan. Hardenberger og Currie hava eina neistandi tónlistaliga kemi, og teir fáa lættliga áhoyrararnar at gloyma, at tónleikurin er nýggjur og ókendur. Í staðin lurta teir bara.

Ein ummælari frá Hannoversche Allgemeine Zeitung segði tað soleiðis: «Ja, nýggjur tónleikur kann í roynd og veru vera so spennandi og so avslappandi í senn.»

Hvar